Richard Mikkelsen er ikki so ósekur sum hann letst

Hetta siga fleiri føroyskir politikarar, í sambandi við, at Richard Mikkelsen, fyrrverandi formaður í Fíggingargrunninum afturvísir tí kritikki hann hevur verið fyri í sambandi við bankamálið

Fyrrverandi formaðurin í Fíggingargrunninum, Richard Mikkelsen, hevur fingið nógvar beiskar viðmerkingar hesa síðstu vikuna.

Frágreiðingin frá bankakanningarnevndini hevur sett Fíggingargrunnin og serliga Richard Mikkelsen í eitt keðiligt ljós.

Eftir tí sum er komið fram, hevur hann havt ein sera virknan lut í teimum ætlanum, sum vóru lagdar fyri føroyska samfelagið.

Spurnartekin eru sett við, um hann ikki hevur arbeitt meira fyri donskum áhugamálum enn føroyskum.

Eisini er sett spurnartekin við arbeiðshátt hansara sum formaður í Fíggingargrunninum, m. a. at hann skal hava arbeitt í sjálvdrátti, uttanum hinar nevndarlimirnar.

Politikarar hava serliga funnist at Richardi Mikkelsen fyri, at hava verið sera sparin við upplýsingum, og eisini var kanningarnevndin kritisk í sínari frágreiðing.

Richard Mikkelsen verður kritiseraður fyri ikki at hava kannað veruligu støðuna í báðum bankunum. Kanningarnevndin sigur í einari niðurstøðu, at ein lítil kanning av bankunum hevði víst, at Føroya Banki var verri fyri enn Sjóvinnubankin. Tær manglandi avsetingarnar áttu at havt gjørt prísin á partabrøvunum lægri.

Úrslitið var sum kunnugt nakað annað. Den Danske Bank slapp av við síni partabrøv í Føroya Banka, og slapp undan at seta meiri pening í bankan.


Vísir øllum aftur

Hesar skuldsetingar vil Richard Mikkelsen ikki hava sitandi á sær.

Í blaðnum í dag førir hann síni sjónarmið fram, og eftir hansara fatan hevur kjakið skeivt útgangsstøði.

Richard Mikkelsen staðfestir, at føroyska samfelagið var í einari kreppu sum ikki fyrr er sædd í vesturheiminum. Búskapurin var í fríum falli, og av teirri orsøk máttu aðrir hættir takast í nýtslu. Ótradionellir hættir. Og ein av teimum var partabrævabýtið.

Richard Mikkelsen sigur, at hetta m. a. komst av, at Den Danske Bank ikki vildi kappast í móti einum »almennum« banka, og samstundis tí teir vildu úr Føroyum.

Ætlanin við býtinum var, at fáa ein felags kreditpolitik, soleiðis at báðir bankarnir kundu fara inn í eina stýrda skuldarsanering av føroyska vinnulívinum.

Tí skal partabrævabýtið ikki síggjast sum ein handilslig avtala, men sum ein politisk avtala.

Men hesum er kanningarnevndin ikki samd vð honum í.

Út frá avhyringunum sigur kanningarnevndin, at stjórnin og embætismenninir mettu partabrævabýtið sum »handilsligar samráðingar millum partar á jøvnum føti«

Niðurstøða teirra er, at munurin á hesum báðum uppfatanunum er »høvuðsorsøkin til nógvar av misskiljingunum, sum partabrævaumbýtið er orsøk til.«.

Richard Mikkelsen er eisini lagdur undir ikki at hava sagt landsstýrinum frá brævinum frá Den Danske Bank til forsætisráðharran um bankaviðurskiftini í Føroyum.

Til hetta sigur hann, at hann ikki metti tað sum sína skyldu, at siga landsstýrinum frá brævinum. Hetta var eftir hansara meting uppgávan hjá forsætisráðharranum.


Vistu at bankanum tørvaði pening

Tað hevur eisini verið ført fram, at Richard Mikkelsen ikki gjørdi landsstýrið vart við, at bankanum tørvaði pening.

Richard Mikkelsen sigur m. a., at við tí støðu føroyski búskapurin var í, so vistu øll at bankarnir fóru at mangla pengar. Eisini stjórnin og landsstýrið.

Hesum er Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður ikki samd við honum í.

Hon heldur fast við, at tá føroyingar yvirtóku Føroya Banka, visti landsstýrið ikki, at bankanum tørvaði pening.

­ Vit fingu ikki teir neyðugu upplýsingarnar frá Richardi Mikkelsen, og av og á fingu vit beinleiðis skeivar upplýsingar.

­ Hann hevur ikki fyri føroyskum áhugamálum. Vit trúðu, at tá hann segði, at vit skuldu yvirtaka bankan, so vóru tað góð ráð. Eg lurtaði eftir honum og trúði tí, hann segði, men í dag veit eg, at hann ikki hevur sett teir røttu spurningarnar um støðuna hjá bankanum, sigur Marita Petersen.

Eisini Bjarni Djurholm eygleiðari er ósamdur

­ Richard Mikkelsen gjørdi tað arbeiði sum skuldi til fyri at loysa Den Danske Bank frá sínum skyldum í Føroyum. Av frágreiðingini framgongur, at hann hevur goymt upplýsingar fyri landsstýrinum

Niðurstøðan hjá Richardi Mikkelsen er, at hetta mál er farið ov langt.

Luftin er full av skuldsetingum, bæði í Føroyum og í Danmark.

Nú snýr tað seg um pengar. Og um hvør visti hvat og nær. Var arbeiði gjørt á moralskt rættan hátt og á juridiskt rættan hátt.

Yvirnýtslan í føroyska samfelagnum skuldi gjaldast. Úrslitið varð ein fólkaflyting uppá uml. 10%, og eitt arbeiðsloysi sum vit ikki hava sæð í langa tíð.

Richard Mikkelsen heldur at støðan vísir tað avmakt føroyska samfelagið var í.

Bæði føroyskir og danskir politikarar vóru samdir um, at okkurt skuldi gerast fyri at steðga niðurgongdini í føroyska búskapinum.

Trupulleikin var, at politikararnir ikki nóg tíðliga vildu viðurkenna, at málið var politiskt og búskaparligt í senn.

Tað er so nakað sum kann kjakast um í langa tíð framyvir. Men tað sum er sagt og skrivað síðani kanningin varð almannakunngjørd vísir, at ikki øll eru samd við Richardi Mikkelsen í tí hann sigur.