Í hesum døgum er bosniski stórmeistarin í talvi, Predrag Nikolic, í Klaksvík, har hann komandi tvær vikurnar skal leggja telvarum í høvuðsstaðnum í Norðoyggjum lag á. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Predrag Nikolic vitjar í Føroyum.
? Nei, nú havi eg næstan verið her tíggju ferðir, sigur bosniski stórtelvarin í telefonini.
? Eg havi fingið nógvar vinir í Føroyum og serliga í Klaksvík. Hetta er eftirhondini næstan sum eitt annað heim fyri meg, sigur hann.
Predrag Nikolic sigur, at síðani hann var í Føroyum fyrstu ferð, hava føroyingar fingið fleiri góðar telvarar afturat.
? Á olympiaduni í 1994 fingu tit sera gott úrslit. Í Jerevan í 1996 gekk ikki so væl, men soleiðis er tað sum oftast. Succes kann ikki koma allatíðina ? tað má byggjast upp. Tórshavn Open í februar í fjør vísti eisini, at Føroyar eru komnar á talvheimskortið, sigur hann.
? Tað sum eisini hevur týdning er, at fleiri ungir telvarar eru á veg fram. Jerevan-liðið var ungt og kláraði seg væl. Ætlanin má vera, at tað skal vera sum ein kavabóltur, ið fer á rull og veksur. Hetta ættarliðið er gott, og næsta ættarlið verður vónandi enn betri, sigur hann.
Predrag Nikolic kom til Føroyar mikudagin, og hóskvøldið hevði hann so sín fyrsta »tíma«.
? Tað sæst, at føroyingar seinastu árini hava lagt alt ov nógv í byrjunarspælið, sum teir duga væl. Men restina hava teir »gloymt«, um ein kann siga tað soleiðis, sigur hann.
? Eftirsum fólkatalið í Føroyum ikki er so stórt, er telvingin ikki á heimsstøði, men tað bilar heldur ikki so nógv. Tað sum tað ræður um er sjálvur at gerast ein betri telvari, og tað haldi eg, at vit síggja í Føroyum eisini.
Telvararnir yngri
nú enn fyrr
Predrag Nikolic er 37 ára gamal og er sostatt rættiliga royndur telvari. Sjálvur heldur hann, at talv í dag er broytt í mun til fyrr.
? Tað hava verið broytingar í talvi seinastu tíggju árini. Eitt, sum sæst í dag, er, at telvararnir eru nógv yngri nú enn fyrr, og sjálv telvingin er eisini broytt, sigur hann.
? Anand og hinir ungu telvararnir eru modernaðir í sínum spæli. Men eg eri so framvegis millum 20-30 teir bestu ? okey, í løtuni eri eg okkurt um nummar 35 í heiminum, haldi eg. Eg kann helst ikki betra meg so nógv afturat, men vónandi kann eg halda mær uppi í nøkur ár afturat, sigur Predrag Nikolic og vísir á, at eftir eina ringa byrjan upp á árið í fjør kom hann fyri seg aftur móti endanum av árinum.
Talv, kríggj og fótbóltur
Borgarakríggið í gamla Jugoslavia hevði sum vera man eisini sína ávirkan á telvingina í landinum.
? Talv hevur altíð verið væl umtókt í tí, sum fyrr æt Jugoslavia, greiðir Predrag Nikolic frá.
? Tað var eitt spæl, sum øll kundu vera við í, og nógv telvaðu eisini. Kríggið oyðilegði eitt sindur av rútmuni, og nógv rýmdu, men í Bosnia hava vit í løtuni eina kjarnu upp á fýra stórmeistarar, sum fegnir vilja umboða land sítt til altjóða kappingar.
Tað sum føroyingar fyrst og fremst hefta seg við, tá tosað verður um Bosnia-Hersegovina er, at har leikaði borgarakríggj á í fleiri ár, og tað ásannar Pedrag Nikolic eisini.
? Tað er ivaleyst kríggið, sum føroyingar fyrst hugsa um, tá teir hoyra um Bosnia-Hersegovina. Men vónandi fer tað at broytast, sigur Predrag Nikolic og leggur afturat, at nú Føroyar og Bosnia-Hersegovina eru komin í sama bólk í EM-undankappingini í fótbólti, eru góðir møguleikar fyri at økja um kunnleikan báðar vegir.
? Eg var í Sarajevo, tá EM-lutakastið fór fram, og eg greiddi so eitt sindur frá Føroyum. Ítróttur er ein góður háttur hjá fólkasløgum at fáa samband hvørt við annað. Har ger talv sjálvandi eitt sindur, men tað er uttan iva serliga fótbólturin, sum kann føra fólk saman. Vónandi kann fótbólturin gera, at bæði føroyingar og bosniarar læra eitt sindur meira um hvønnannan.
Predrag Nikolic fer av aftur landinum hósdagin 5. februar,