Tíðin er komin til loysing

Eg eri ein føroyingur sum føroyingar flestir, royni at gjalda hvørjum sítt. Eigi hús og heim. Gjaldi lán mítt til tíðina og gleðist yvir at tað minkar »langsomt men sikkert«. Eg spari, har eg kann, og tað gongur. Eg fái einki lagt til síðis enn, men tá lánini eru útgoldin um uml. 10 ár, tá verður ljósari.

Eg verði í øðini, tá eg hoyri frá dønum, at vit føroyingar eru oyðulond. Hava tveir bilar pr. húski og Gud viti hvat. Eg veit ikki, hvat tey meina við. Hvørki í mínum barnaheimi ella nú í mínum egna heimi havi eg kent til nakað luxus. Vit hava altíð fingið mat á borðið og klæði á kroppin og tak yvir høvdið. Er tað luxus?

Sjálv eiga vit ein 14 ára gamlan bil, og fleiri koyra í uppaftur eldri bilum. Eg kenni heilt fá, ja tey kunnu teljast á einari hond, ið eiga tveir bilar. Eg góðtaki ikki skuldsetanina í sjónvarpinum í gjárkvøldið, 21.1.98, har danir skuldseta okkum fyri oyðsl.

Niðurstøða mín er, at nú má vera nokk. Nú er tíðin at loysa frá Danmark. Ongantíð ov skjótt. Hetta er so skammiligt, at eg kann ikki taka tað. Verða behandlað sum smábørn. Sett undir administratión, skulu makka rætt osfr.

Nei, vit eiga eitt deiligt, reint land. Bæði á sjógvi og landi. Vit eiga og skulu klára okkum sjálv. Tá vit hava slitið, ivist eg ikki í, at vit verða nógv betri við land okkara. Fáa hugflog til nýggjar vinnur á landi. Nógv jørð liggur t.d. í órøkt. Vit innflyta epli ? tað líkist ongum ? Føroyaland kann saktans framleiða nokk av eplum til okkum sjálv, og eisini til útflutnings. Vit innflyta vandamiklar høsnarungar úr Danmark. Ja, óegnaðar sum mannaføði. Tað eiga vit at kunna framleiða sjálv. Øll innflutt matvøra er so dálkað, at tað er næstan sum at spæla russiska roulett at eta.

Vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, kortini tosa teir um okkum sum ein 5 ára gamlan lítlabeiggja. Teir geva okkum, hjálpa okkum, og síðan brigsla teir okkum hetta. Nær verður 5 ára gamli drongurin vaksin?

Og vit mugu ikki gloyma oljuna. UM olja kemur, mugu vit ansa okkum. Stórur vandi er fyri dálking av okkara umhvørvi. Og tað hava vit ikki ráð til. Tí náttúran er okkara alt og eitt. Spurningurin er um tað yvirhøvur loysir seg at útvinna olju, tí vinningurin fer til Danmarkar, tað er heilt vist.

Eftir orðaskiftinum at døma koma bert pengar upp til Føroya, einki fer niður til Danmarkar. Men danir mugu ikki gloyma, at eisini teir vinna pengar burtur úr Føroyum. Ein kanning átti at verðið sett í verk um, hvussu nógvar pengar danir vinna burtur úr ríkisfelagsskapinum. Ikki bara nú, men gjøgnum tíðirnar. So høvdu vit eisini kunna brigslað teimum afturímóti.

Um vit eru snýtt, ella hva snýtt okkum sjálv, veit eg ikki. Havi fylgt gjølla við í bankafrágreiðingini, men verðið ikki klókari. Eg veit ikki, hvør hevur skyldina. Men eg havi innantanna illgruna um, at føroyskir politikarar ikki hava so reint mjøl í posanum sum teir vilja vera við.

Eg eri bert ein vanligur føroyingur sum føroyingar flestir, men góðtaki ikki at verða útstillaður sum óvitandi-naivur-oyðslutur og hálvbýttur í donskum miðlum.

Eftir stendur fakta: Vit skylda uml. 6 milliardir kr. til Danmark. Tað er umleið kr. 130.434,- pr. íbúgva. Og hetta er eitt magiskt, ljótt tal, men er hetta eitt ómøguligt tað? Sjálv eri eg soleiðis samanskrúvað, at eg haldi, at man skal gjalda sína skuld. Um danir gjalda, fara teir at brigsla okkum hetta aftur alt lív okkara.

Vit mugu í felag, sjálv, royna við stoltari sál og høgum høvdi at gjalda. Takka teimum fyri tíðina saman ? og slíta. So verður skommin teirra!


Ein vanligur føroyingur