Teir hava gjørt tað so oftani áður - at bjóða av havsins loynidómum og vandum - við at ferðast í kjalarvørrinum á mongum av teimum, sum í forðum løgdu til havs og oftani út í tað ókenda.
Vit kenna søguna um Brendan, sum sigldi til Føroya og víðari til Amerika í skinnbáti sínum. Vit kenna søguna um fólkið, ið sigldi á flaka tvørtur um Kyrrahavið og um Sindbad, ið sigldi úr Arabisku hálvoynni til India - fyri bert at nevna nakað. Menninir vit tosa um eru heimskendi Tim Severin, sum hevur gjørt fleiri spennandi ferðir um høv og skrivað bøkur um tær og Trónd Patursson, kirkjubøingurin, sum við sínum listarligu gávum og frálíka handalag til allar hugsandi gerandis uppgávur, hevur verið við á hesum ferðum.
Nú er so aftur ein ferð á skránni. Talan er um at fara til Borneo, har eitt lítið oyggjafólk í øldir hevur dripið august á eyðkenda ?Moby Dick? háttin. Fólkið hevur við primitivu bátum sínum lagt upp at hesum stóru hvalum og eru farið uppá hvalirnar og har stungið teir við skutuli.
Nú ætlar Tim Severin at skriva bók um hetta fólkið og tess hvaladráp. Og fyri at kunna tað verður so gjørd serstøk ferð. Og her er tað, at Tróndur kemur inn í myndina, sum listarmaðurin og sum veiðumaður annars.
Í sambandi við hesa ætlan fer Tim Severin at royna at finna sær sponsorar eitt nú í Føroyum.
Í Kirkjubø í 72
Tað eru 25 ár síðani, at Tim Severin við skinnbátinum Brendan legði at landi í Kirkjubø. Við hesum vildi hesin ævintýrarin og søgumaðurin prógva, at tað hevur borið til í forðum at fara út á høv við so lítlum báti.
Nú hevur hann so gjørt av at koma aftur til Føroya og halda fyrilestur og vísa filmsupptøkur frá sínum mongu ferðum. Eisini verður listaframsýning.
Hetta tiltak verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 7. februar klokkan 15.30. Stjórin í Norðurlandahúsinum sigur við Sosialin, at hetta verður eitt sera spennandi tiltak, tí Tim Severin er kendur um allan heim fyri ferðir sínar. At so ein føroyingur hevur verið við á flestu av ferðunum er so eisini nakað, sum kundi fingið nógvar føroyingar at leitað sær niðan í Norðurlandahúsið henda dagin. Sum heild eitt sera áhugavert tiltak.
Tiltakið verður sponsorerað av Amerda Hess oljubólkinum. Johan Mortensen, umboðsmaður sigur, at teir vænta sær nógv av hesum tiltakinum og vísir á, at ætlanin er at skipa fyri einum hátíðarhaldi í Kirkjubø 9. februar, har bæði Tim Severin og Tróndur Patursson verða til steðar.
Kappróðrarbátur úr Scillyoyggjunum til Føroya
Ætlanin er at navngeva og sjóseta kappróðrarbátin, sum Amerda Hess í fjør gav føroyskum kappróðrarfólki. Talan er um eitt serligt slag av kappróðrarbátum, ið bert verða brúktir á Scillyoyggjunum, ið liggja út fyri Cornwall í Suðuronglandi. Har er ein eina ferð um árið stór kapping við luttøku úr fleiri londum. Nú skulu so eisini føroyskir rógvarar verða við.
Tað var hugskotið hjá kanningarstjóranum í Amerada Hess, Richard Hardmann at luta út eitt stórt steyp til besta 10. mannafarið á ólavsøku, sum síðani eisini skuldi sleppa við til árliga kappróðurin á Scillyoyggjunum. Í hesum sambandi varð so avgjørt at lata føroyingum ein av hesum kappróðrarbátum sum ogn. Hann skal so virka sum venjingarbátur, áðrenn vinnararnir av ólavsøkuróðrinum fara til Scilly at kappast. Báturin verður sum so ogn hjá føroyskum kappróðri. Báturin er longu komin til landið og verður í løtuni málaður.
-Vit vænta okkum nógv av hesum tiltakinum, sum fer fram í Kirkjubø 25 ár eftir, at Tim Severin kom til plássið við bátinum Brendan sigur Johan Mortensen, sum er við til at fyriskipa tiltakið.
Herfyri vóru umboð fyri Vestamanna Róðrarfelag á Scillyoyggjunum fyri at kunna seg við umstøðurnar har. Í næstum verður so farið at venja við bátinum. Har verða sjey mans við. Ætlanin er at fara til Scilly seinast í apríl mánað.