lívsins enda. - Nú eri eg 33 ára gamal, so eg vildi mett, at eg havi eini 3 ár eftir at leika fótbólt í. Við mínari venjaraútbúgving fari eg allarhelst aftur til Ungarn, og so fáa vit at síggja, hvat har [...] ímóti Gøtu, og her dámar teimum væl. Trívist væl Geza og familju hansara dáma sera væl í Føroyum. Tey eru búsett beint við vøllin, so Geza hevur stutta leið oman á vøllin at venja. - Mær dámar sera væl í Føroyum [...] siga sínar meiningar um føroyskan fótbólt. - Føroyskum fótbólti vantar betri bóltførleika. Í Ungarn eru nógv fleiri tekniskt góðir fótbóltsleikarar, heldur Geza Turi, sum hevur leikt fyri fimm ymisk lið
nakað gott hugskot at leggja mvg á bøkur. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um tilmælið frá einum arbeiðsbólki hjá fíggjarmálaráðnum um at seta [...] stuðul til bókasølu og mvg lógin er ikki ætlað at vera ein stuðulslóg. Arbeiðsbólkurin sigur, at bøkur eru ein vanlig vøra, eins og disklar og ljóðbond, har tað er fult mvg. Í Sosialinum ein dagin í vikuni [...] at tað hevði gjørt bøkur dýrari og tað hevði verið eitt afturstig fyri mentanarpolitikkin. ? Bøkur eru nóg dýrar sum er og eg haldi ikki, at tað er rætt at gera tær dýrari við almennum avgjøldum. Jógvan
hýsu. Columbus landaði 150.000 pund á Sandi, og Nornagestur landaði umleið somu nøgd í Miðvági. - Vit kundu keypt lastina hjá báðum bátunum, men hetta hevði verið ov nógvur fiskur at fingið inn í einum [...] til saltingar á Sandi, og tey megna ikki at skera meira enn ta einu stóru lastina í Skopun í senn. Nú minni toskur kemur upp á land, er eisini minni saltfiskaarbeiði á Sandi, har tey eisini hava saltað [...] fyri saltaðum upsa í løtuni. Í dag landa aftur tveir trolarar á Sandi, Grímur Kamban og Kalsevni, sum eru komnir í flotan fyri Research og Skansatanga. Hendan túrin hava teir eini 120.000 pund tilsamans.
osandi verksmiðjur o.l., so eru trupulleikarnir av luftdálkingini innandura ofta verri enn teir, vit uppliva úti og í náttúruni, hetta kemst partvís av, at húsini sum verða bygd nú eru sera tøtt. Vón er fyri
skránni hjá útvarpinum. Onnur summarsending ? Tað er rætt, at einki Barometur verður at hoyra í ár. Vit fara at gera eina summarsending, men hon verður í øðrvísi sniði og við aðrari manning. Konseptið verður [...] frá. Hann sigur, at Barometrið hevur verið send í trý ár, og at hon líkasum hevur tænt sínum endamáli nú. Ætlanin er í staðin at gera eina sending, sum verður gjørd kring nýggja útvarpsbilin. ? Vertirnir [...] staðfestir útvarpsstjórin. Alt ikki avgjørt enn Jógvan Jespersen sigur, at allir smálutir framvegis ikki eru komnir upp á pláss, viðvíkjandi nýggju sendingini. ? Hon verður ikki send hvønn dag, men bert fýra
ár, orku og stríð og strev uppá slíkt, fyri at vinna sín rætt? Hvar er verjan há tí einstaka? Tað eru ivaleyst mong, ið ikki høvdu sæð seg føran fyri at gjørt slíkt av fíggjarligum og menniskjaligum grundum [...] er tað sum tá ein stjóri á einum privatum virki verður uppsagdur, men so er ikki. Landsstýrisfólk eru ikki altíð fakliga kompetent til uppgávurnar. Ein og hvør kann gerast landsstyrisfólk, og er hetta [...] ikki altíð kann líta á, at landsstýrisfólkini hava skil fyri tí, tey umsita, so má álitið verða, at vit í Føroyum hava umstitingarligar mannagongdir, ið verja tann einstaka, har landsstýrisfólk bera seg
konsertini á ólavsøku í ár eru eisini bólkar, sum hvør sær draga nógv fólk. Talan er um nakrar av allarbestu tónleikabólkunum í Føroyum, allir savnaðir á einum palli. Hesir eru Frændur, MC-Hár, I Am, Týr [...] teir eisini boðaðu frá hvat teir ætla at brúka betraðu fíggjarstøðuna til. ? Í heyst og í vetur fara vit at taka tiltakið »Futti á ferð« uppaftur, og ætlanin er, at tað skal gerast ein fastur táttur annaðhvørt [...] gingið væl at hava konsertina í Kommunuskúlagarðinum og har verður hon eisini í ár. Soleiðis sær tað nú út til, at ólavsøkukonsertin endiliga hevur funnið eitt fast pláss eftir at hava reikað runt um so
næstfremst, og seks færri enn Brøndby, sum er fremst. Men hóast teir eru heili tíggju stig omanfyri niðurflytingar strikuna, so eru jydarnir ikki tiknir av fótum. Teir siga seg hava eyguni meiri fest á [...] strikuna, enn teir hava tey fest á møguleikan fyri altjóða fótbólti. ? Nú fegnast við í ein hálvan tíma um sigurin í kvøld, og so fara vit at fyrireika okkum til landskappingardystin komandi vikuskifti, segði
sent í stereo, men verandi sendarar eru gjørdir til analog, og tískil er hetta ikki gjørligt. Í 2002 ljóðar tað kanska ikki av so øgiliga nógvum at kunna siga, at vit síggja sjónvarp í mono og analog. [...] høvuðsstaðnum og á Skálafjørðinum fáa í komandi mánað møguleikan at síggja SvF bæði sum vanligt er nú og umvegis Televarpið. Sambært Jónheðin Tróndheim, tekniskur leiðari hjá SvF, verður myndagóðskan í [...] Televarpið hevur gjørt íløgur í nýggja útgerð til at senda talgilt. Av verandi útgerð hjá Rás Tórshavn eru tað bert sjálvar parabolskálirnar, ið verða nýttar. Kostnaðurin av nýggju íløgunum er ikki upplýstur
hvørjum ári, men nú tykist hon at minka aftur, sigur Dagmar Joensen. Hon sigur seg ikki duga at meta um, hvør orsøkin er, men fyri alt árið tykist sølan at gerast nakað slakari enn í fjør. Tá vit ringdu til [...] koma á hædd við hana í fjør. Hjá Rúsdrekkasøluni hevur tað víst seg, at blandaðu drykkirnir í fløskum eru ógvuliga væl umtóktir, og útselt var longu hósdagin og tíðliga fríggjadagin. Nógv øl Bryggjaríini, [...] bryggjað tað sama til ólavsøkuna hesa vikuna, sum teir vanliga bryggjað ein heilan mánað. Hjá Restorffs eru tað tær sterkaru ølirnar (5,8%), sum eiga nógv tann størsta partin av søluni. Nýggja ølin Mungát hevur