Esbjerg er flúgvandi

Felagið hjá Christian Høgna Jacobsen er nú komið upp á triðja plássið

 

Superliga


Tað gongur við fúkandi ferð í Esbjerg. Fyrr í summar fluttu teir upp í superliguna, eftir at teir høvdu verið eitt ár í næstbestu deildini. Og í fyrrakvøldið komu teir upp á triðja plássið.

Fyri tey flestu er hetta púra óvæntað, men tað er meiri enn so komið fyri áður, at eitt nýtt lið í bestu deildini leingi hevur staðið seg heilt væl. Síðsta dømið um hetta er felagsliðið hjá Ikast og Herning. Í fjør royndi FCM seg fyrstu ferð í bestu deildini, og tá vóru teir leingi ímillum oddaliðini.


Hyggja niðureftir

Í fýra teimum seinastu dystunum hevur Esbjerg fingið fulla úrtøku ? tólv stig. Teir hava í alt sekstan stig. Tað er trý færri enn AaB, sum er næstfremst, og seks færri enn Brøndby, sum er fremst.

Men hóast teir eru heili tíggju stig omanfyri niðurflytingar strikuna, so eru jydarnir ikki tiknir av fótum. Teir siga seg hava eyguni meiri fest á niðurflytingar strikuna, enn teir hava tey fest á møguleikan fyri altjóða fótbólti.

? Nú fegnast við í ein hálvan tíma um sigurin í kvøld, og so fara vit at fyrireika okkum til landskappingardystin komandi vikuskifti, segði venjarin, Viggo Jensen, eftir 4?1 sigurin á AGF. Komandi vikuskifti skal Esbjerg spæla á útivølli ímóti AB.


Vandamikið álopspar

Esbjerg sýndi frágera gott fótbóltsspæl mánakvøldið. Teir vunnu 4?1, men teir høvdu møguleikar at vinna 7?1 og kanska eisini 8?1 og 9?1.

Serliga var tað álopsparið, liðformaðurin Jess Thorup, sum áður hevur spælt í AaB í mong ár, og 30 ára gamli Henrik Nielsen, sum gjørdu um seg. Teir skoraðu tvey mál í part. Tað fyrsta fekk Esbjerg í 8. minutti. Bo Nielsen javnaði fyri AGF í 21. minutti, men hóast teir høvdu javnað, so vóru teir í AGF ongantíð vandamiklir.

Tað stendur ikki væl til hjá AGF. Sunnudagin verður talan um sannan lagnudyst, tá teir í Århus fáa vitjan av Silkeborg, sum er aftast í superliguni.

Esbjerg kom á odda aftur í 33. minutti, og eftir steðgin skoraðu teir í 52. og 53. minutti. Síðsta hálva tíman høvdu teir í Esbjerg hondbremsuna eitt sindur uppi, men kortini var eingin ivi um, hvat var so nógv tað betra liðið.