33 ára gamli Geza Turi er ein av teimum heilt stinnu málverjunum í Føroyum. Hann hevur verið inni í hitanum á ungarska landsliðnum, umframt at hava leikt við ungarskum toppliðum. Í 2006 vendu hann og familjan nøsina ímóti Gøtu, og her dámar teimum væl.
Trívist væl
Geza og familju hansara dáma sera væl í Føroyum. Tey eru búsett beint við vøllin, so Geza hevur stutta leið oman á vøllin at venja.
- Mær dámar sera væl í Føroyum, hetta er eitt fantastiska flott land, sigur ein smílandi Geza Turi.
Hóast Geza dámar væl her, so er tað ikki í Føroyum, ið hann vil liva til lívsins enda.
- Nú eri eg 33 ára gamal, so eg vildi mett, at eg havi eini 3 ár eftir at leika fótbólt í. Við mínari venjaraútbúgving fari eg allarhelst aftur til Ungarn, og so fáa vit at síggja, hvat har stingur seg upp, sigur Geza.
Gott og ringt um føroyskan fótbólt
Geza er ikki bangin fyri at siga sínar meiningar um føroyskan fótbólt.
- Føroyskum fótbólti vantar betri bóltførleika. Í Ungarn eru nógv fleiri tekniskt góðir fótbóltsleikarar, heldur Geza Turi, sum hevur leikt fyri fimm ymisk lið í heimlandinum.
Tó hevur hann ikki bara ring orð um føroyskan fótbólt.
- Mær dámar sera væl stríðsviljan hjá føroyskum fótbóltsleikarum. Føroyingar stríðast betur enn flestu útlendsku leikarar, sigur Geza.
Leikti á Old Trafford
Geza Turi hevur leikt í nógvum sterkum ungarskum liðum. Eitt teirra var Zalaegerszegi TE, sum hann vann ungarska meistaraheitið við í 2001. Tískil skuldu teir árið eftir leika í Champions League, og her slapp Geza at royna seg í dreymadystinum. Teir skuldu nevniliga leika ímóti enska stórfelagnum, Manchester United.
Zalaegerszegi TE vann yvirraskandi fyrra dystin 1-0, men returdysturin á Old Trafford var ov stórur biti. Teir taptu heili 5-0, men hetta legði Geza Turi líka í.
- Hetta var avgjørt størsta uppliving í lívi mínum, sigur Geza, sum lat tvey mál ígjøgnum tann hálvan tíman, hann spældi inni. At enda leggur hann smáflennandi aftrat, at tað vóru Ruud van Nistelrooy og Ole Gunnar Solskjær, ið skoraðu ímóti honum.










