Politiøkið eftirlýsir tí eftir nýggjum upplýsingum, sum kunnu leiða løgregluna á slóðina á, hvør stendur aftanfyri tilburðin, sum kravdi eitt mannalív.
Tað skrivar løgreglan í Fyn í tíðindaskrivi.
Fleiri betongsteinar vórðu kastaðir av eini motorvegbrúgv tíðliga um morgunin 21. august 2016.
Tað kostaði eini tá 33 ára gamlari kvinnu lívið, meðan ein 36 ára gamal maður gjøridst avlamin.
Løgreglan hevur fingið fleiri enn 1.500 áheitanir frá almenninginum, og málsskráirnar eru umleið 30.000 síður, stendur í tíðindaskrivinum.
DNA varð funnið á einum av steinunum, sum løgreglan hevur kannað við nýggjara DNA-háttinum við skyldskaparleiting.
##med2##
/Ritzau/












