Høvuðsstaðarfeløgini sleppa ikki at spæla steypafinalu

Tað er lagt upp til, at stóru feløgini í Gundadali hittast í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið

Tað verður ikki grannauppgerð millum grannarnar í Gundadali, tá ið talan er um finaluna í kappingini um løgmanssteypið.

 

Í kvøld er lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fyrsta umfari og í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Lutakastið lagaði seg soleiðis, at stórur møguleiki er fyri, at B36 og HB fara at hittast í fjórðingsfinaluni.

 

Lutakastið lagaði seg eisini soleiðis, at tað er stórur møguleiki fyri, at greipuvinnararnir í KÍ fara at vinna seg í hálvfinaluna, har NSÍ eisini er favorittur at røkka.

 

 

 

Fyrsta umfar

 

15. og 16. apríl

 

1 FC Suðuroy – B36

 

2 FC Hoyvík – TB

 

3 Víkingur – AB

 

4 KÍ – ÍF

 

5 EB/Streymur – NSÍ

 

6 HB – B71

 

7 B68 – MB

 

8 07 Vestur – Skála

 

 

 

Fjórðingsfinalurnar

 

HB/B71 – FC Suðuroy/B36

 

Víkingur/AB – FC Hoyvík/TB

 

B68/MB – KÍ/ÍF

 

07 Vestur/Skála – EB/Streymur/NSÍ