Hetta mál reisir fleiri áhugaverdar spurningar. Kann tað verða rætt, at fólk, ið verða illa viðfarin av landsstýrisfólki og systeminum, noyðast at føra rættarsak fyri tíggjutalstúsund krónur og brúka fleiri ár, orku og stríð og strev uppá slíkt, fyri at vinna sín rætt? Hvar er verjan há tí einstaka? Tað eru ivaleyst mong, ið ikki høvdu sæð seg føran fyri at gjørt slíkt av fíggjarligum og menniskjaligum grundum. Í teimum førunum hevði systemið vunnið uttan dyst, og hvussu ofta man tað ikki henda?
Tað hendir ferð aftaná ferð, at systemið situr og verjir avgerðir heldur enn at verja rættindini hjá tí einstaka. Skal skattgjaldarin gjalda fyri slíkt? Fær eitt mál sum hetta nakrar avleiðingar?
Onkur vil halda, at tá eitt landsstýrisfólk sigur einum stjóra upp, so er tað sum tá ein stjóri á einum privatum virki verður uppsagdur, men so er ikki. Landsstýrisfólk eru ikki altíð fakliga kompetent til uppgávurnar. Ein og hvør kann gerast landsstyrisfólk, og er hetta sjálvsagt rætt, hóast flokkarnir kanska í summum førum áttu at havt hugsað seg betur um, áðrenn teir útnevndu landsstýrisfólk. Av tí, at einstaklingurin ikki altíð kann líta á, at landsstýrisfólkini hava skil fyri tí, tey umsita, so má álitið verða, at vit í Føroyum hava umstitingarligar mannagongdir, ið verja tann einstaka, har landsstýrisfólk bera seg skeivt at, sum til dømis Helena Dam á Neystabø gjørdi í málinum um frákoyrda sjúkrahússtjóran.
Hvat er lógin um ábyrgd landstýrismanna verd, tá tað ikki er landsstýrisfólkið, men bert stýrið og harvið skattgjaldarin sjálvur, ið kemur at svíða fyri skeivar avgerðir?
Sjálvsagt merkir eitt slíkt mál, at landsstýrisfólk nú eiga at vita, hvat tey kunnu og ikki kunnu tilláta sær, men hetta styrkir ikki um álitið á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, og ei heldur um álitið, at tann einstaki borgarin er vardur í almennu skipanini.
Tað var gott, at hetta málið kom til dóms, men kann tað verða meiningin at skula liggja í sak í áravís, fyri at vinna sín sjálvsagda rætt til rættvísa viðgerð í álitisstarvi? Her má verða ringur smakkur í munninum onkustaðni, og vónandi verða avleiðingar tiknar.
Sosialurin