Sølan av rúsdrekka minkar

Áhugin fyri at keypa rúsdrekka til ólavsøkuna er minkaður í ár í mun til í fjør hjá Rúsdrekkasølu landsins. Bryggjaríini lata tó væl at

RÚSDREKKA

Tað kemst ikki uttanum, at nógv verður drukkið av tí sterkara slagnum um ólavsøkuna. Eins og jólini merkir ólavsøkan metsølu hjá bryggjaríunum og Rúsdrekkasøluni. Men okkurt er, sum kundi bent á, at sølan av rúsdrekka er minkandi í Føroyum.
Búskaparráðið vísti fyrr í vikuni á, at framgondin í føroyska búskapinum fór at minka nakað næstu árini, og tað tykist sum um, at tað sama er galdandi fyri rúsdrekkasøluna her á landi.
Dagmar Joensen, stjóri fyri Rúsdrekkasølu landsins, sigur, at tey hava selt nakað minni enn í fjør.
?Seinnu árini er sølan voksin á hvørjum ári, men nú tykist hon at minka aftur, sigur Dagmar Joensen.
Hon sigur seg ikki duga at meta um, hvør orsøkin er, men fyri alt árið tykist sølan at gerast nakað slakari enn í fjør. Tá vit ringdu til sølustøðini fríggjamorgunin væntaðu øll, at nógv søla fór fram restina av fríggjadegnum. Dagmar Joensen sigur, at tey skulu selja óvanliga nógv, um sølan skal koma á hædd við hana í fjør.
Hjá Rúsdrekkasøluni hevur tað víst seg, at blandaðu drykkirnir í fløskum eru ógvuliga væl umtóktir, og útselt var longu hósdagin og tíðliga fríggjadagin.

Nógv øl
Bryggjaríini, sum standa fyri einum stórum parti av vanligari søluni, lata í mun til Rúsdrekkasøluna væl at.
Hjá Føroya Bjór avgreiðsluni siga tey, at sølan av øli til klubbar og dansistøð er voksin í mun til í fjør. Vanliga sølan av øl er nakað tað sama sum í fjør ? møguliga eitt sindur meira.
Hjá Føroya Bjór leggja kundarnir seg mest eftir øl í sokallaðum pilsnara styrki(4,6%). Sølan av sodavatni er nógv voksin eisini í mun til í fjør.
Eisini hjá kappingarneytanum Restorffs er gott lag um hesa tíðina.
Teir siga seg hava tvífaldað samlaðu søluna í mun til í fjør. Òla Svenn Nolsøe, stjóri, sigur, at teir hava bryggjað tað sama til ólavsøkuna hesa vikuna, sum teir vanliga bryggjað ein heilan mánað.
Hjá Restorffs eru tað tær sterkaru ølirnar (5,8%), sum eiga nógv tann størsta partin av søluni. Nýggja ølin Mungát hevur rættiliga fingið bein at ganga á, siga Hot og Nolsøe.
Alt í alt tykist tað ikki sum um, at fólk fara at ganga tyrst á ólavsøku.