Iran boðar frá at Hormuz er stongt – USA vísir tí aftur

Iran sigur seg hava stongt týdningarmikla siglingarleiðina eftir ísraelsk álop í Libanon, men amerikanski varaforsetin avsannar tíðindini.

Bjargingarfólk fevnast eftir eitt ísraelskt loftálop í Barish í sunnara parti av Libanon. Samstundis sigur Iran seg hava stongt Hormuz-sundið, men USA vísir hesum aftur Mynd: Zohra Bensemra/Reuters.

Iran boðaði leygardagin frá, at Hormuz-sundið verður stongt fyri skipaferðslu sum svar upp á ísraelsku álopini í Libanon.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Sambært ovastu herleiðsluni í Iran hevur USA brotið fyrsta partin av semjuskjalinum, sum skuldi tryggja enda á krígnum á øllum hermótum.

 

– Hormuz-sundið verður hervið stongt fyri allari skipaferðslu, segði iranska herleiðslan sambært AFP.

 

Herleiðslan leggur afturat, at hetta er fyrsta stigið sum svar upp á tað, tey kalla lyftisbrot hjá mótpartinum, og at fleiri tiltøk kunnu verða sett í verk, um álopini halda fram.

 

Stutt eftir boðaði iranska Kollveltingarhirðin sambært Reuters frá, at sundið nú var stongt. Samstundis varð ávarað ímóti, at skip, sum royna at sigla gjøgnum sundið, kunnu koma í vanda.

 

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, vísir tó hesum aftur. Sambært Fox News sigur hann, at eingi prógv eru fyri, at Iran veruliga hevur stongt Hormuz-sundið.

 

Samstundis upplýsir talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið sambært Reuters, at iranska samráðingartoymið seinni leygardagin fer til Sveis at halda fram samráðingunum.

 

Hann sigur, at um hinar partarnir ikki halda sín part av avtaluni, verður samlaða avtalan sett í vanda. Iran fer ikki at halda eina avtalu, sum aðrir ikki virða, sigur hann.

 

Sama dag vóru harðir bardagar millum ísraelskar hermenn og Hizbollah í Libanon. Ísraelsk stríðsflogfør framdu eisini fleiri loftálop í grannalandinum.

 

Bardagarnir fóru fram fáar tímar eftir, at USA hevði boðað frá, at nýggj vápnahvíld var komin í lag.

 

Libanonskir miðlar skriva, at Ísrael leyp á umleið 20 ymisk støð í landinum.

 

Sambært verjutilbúgvingini í Libanon vórðu 16 fólk dripin nærindis Nabatieh, meðan heilsumálaráðið upplýsir, at sjey fólk afturat lótu lív og 13 vórðu særd í einum álopi nærindis býnum Sidon.

 

/Ritzau/

 

Bjargingarfólk fevnast eftir eitt ísraelskt loftálop í Barish í sunnara parti av Libanon. Samstundis sigur Iran seg hava stongt Hormuz-sundið, men USA vísir hesum aftur Mynd: Zohra Bensemra/Reuters.