Einki Barometur í summar

Summarsendingin hjá ÚF, sum tey flestu elska, men sum summi elska at hata, er nú tikin av skránni. ? Í staðin fyri Barometrið verður ein øðrvísi summarsending gjørd, sigur Jógvan Jespersen

Sendingin, sum provokeraði og sjokkeraði, og sum fyri nógvar føroyingar er sjálv ímyndin av summarinum her heima, verður ikki at hoyra í ár. Barometrið er nevniliga tikið av skránni hjá útvarpinum.

Onnur summarsending
? Tað er rætt, at einki Barometur verður at hoyra í ár. Vit fara at gera eina summarsending, men hon verður í øðrvísi sniði og við aðrari manning. Konseptið verður heldur ikki tað sama, greiðir útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen frá.
Hann sigur, at Barometrið hevur verið send í trý ár, og at hon líkasum hevur tænt sínum endamáli nú. Ætlanin er í staðin at gera eina sending, sum verður gjørd kring nýggja útvarpsbilin.
? Vertirnir fara at koyra landið runt og gera sendingar ymsa staðni frá. Ætlanin er at koma ógvuliga vítt um landið, sigur Jógvan Jespersen.
Barometrið var ein ógvuliga løtt og ungdómssinnað sending. Spurdur um nýggja sendingin eisini verður í sama lætta andanum, svarar Jógvan Jespersen, at tað verður hon neyvan.
? Hetta verður ein heilt øðrvísi sending. Dentur verður lagdur á at ferðast kring landið og senda ymsa staðni frá. Og av tí, at tað vera nógv færri fólk um hesa sendingina , verður hon ikki eins fjøltáttað og Barometrið var, staðfestir útvarpsstjórin.


Alt ikki avgjørt enn
Jógvan Jespersen sigur, at allir smálutir framvegis ikki eru komnir upp á pláss, viðvíkjandi nýggju sendingini.
? Hon verður ikki send hvønn dag, men bert fýra dagar um vikuna. Men enn er ikki heilt greitt, júst hvat innihaldið skal vera.
Hann sigur, at teir í løtuni arbeiða við at leggja summarið til rættis, men at tað er ein stór kabal sum skal ganga upp, tí flestu fólk ynskja sær jú summarferiu hetta tíðarskeiðið. Tí eru smálutirnir í sendingini ikki komnir upp á pláss enn.
? Enn dugi eg heldur ikki at siga júst hvussu nógv av Barometrinum verður í nýggju sendingini. Men grundleggjandi ætlanin er at gera eina øðrvísi sending enn Barometrið var. Denturin verður í staðin lagdur á at koma so vítt um í landinum sum gjørligt, leggur Jógvan Jespersen dent á.
Tað er tó avgjørt, at nýggja sendingin eisini fer at vera send beinleiðis.
Vertirnir í nýggju sendingini verða Elis Poulsen, Kári Sólstein og Øssur Egholm, sum so koma at skiftast um at hava sendingina.