Hevði verið ringt við ongum upsa

Í vikuni hava tríggir trolarar lagt veiðina upp á Sandi. ? Lítil og eingin toskur er at fáa, og tí er minni arbeiði á Sandi, har saltfiskaframleiðslan er enn í Skopun, har fiskurin verður skorin til flak og frystur, sigur stjórin á Sandoy Seafood, Magnus Jespersen

Fiskivinna

Mánadagin komu partrolararnir, Columbus og Nornagestur, aftur av túri. Teir høvdu nógvan fisk, eini 300.000 pund tilsamans. Meginparturin av veiðini var upsi og nakað var av hýsu. Columbus landaði 150.000 pund á Sandi, og Nornagestur landaði umleið somu nøgd í Miðvági.
- Vit kundu keypt lastina hjá báðum bátunum, men hetta hevði verið ov nógvur fiskur at fingið inn í einum, tá ið eingin toskur er uppi í veiðini, sigur Magnus Jespersen, stjóri á Sandoy Seafood.Upsin verður skorin í Skopun, og toskurin saltaður á Sandi. Tá ið at kalla øll veiðan er upsi, er eingin fiskur til saltingar á Sandi, og tey megna ikki at skera meira enn ta einu stóru lastina í Skopun í senn.
Nú minni toskur kemur upp á land, er eisini minni saltfiskaarbeiði á Sandi, har tey eisini hava saltað nakað av longu.
Magnus Jespersen sigur, at eingin marknaður er fyri saltaðum upsa í løtuni.
Í dag landa aftur tveir trolarar á Sandi, Grímur Kamban og Kalsevni, sum eru komnir í flotan fyri Research og Skansatanga. Hendan túrin hava teir eini 120.000 pund tilsamans. Meginparturin av veiðini er upsi, sum eisini verður skorin í Skopun.

Eingin útróður

Lítil og eingin útróður hevur verið í Sandoynni í summar, og Magnus Jespersen heldur, at hetta árið sum heild man hava roynst sera vánaligt hjá útróðrarvinnuni.
- Fiskiskapurin á Norðhavinum royndist ikki nær til so væl, sum hann plagar, tá ið hann er góður, og í summar hava bátarnir lítið og einki fingið.
Hann vísir á, at útróðrarvinnan í Suðuroy eisini hevur havt eitt vánaligt ár í ár.
- Skip og bátar fáa ongan tosk, og hetta er galdandi um allan grunnin í løtuni.
Magnus Jespersen vísir á, at onkur søla av Føroyabanka hevur verið í vikuni, og her hevur heldur eingin toskur verið at tosað um.
- Tað hevði verið lítið fiskaarbeiði kring landið, um eingin upsi kom uppá land.
Prísirnir á upsa eru framvegis rættiliga lágir; teir liggja um 3,50 krónur fyri kilo ? alt eftir støddini.
Stjórin á Sandoy Seafood sigur, at støddin á upsanum hevur verið betur í seinastuni, og hann heldur, at slagið, sum skipini hava fingið vestanfyri, hevur verið hampiliga gott.