SJÓNVARP
Kundarnir hjá Televarpinum í høvuðsstaðnum og á Skálafjørðinum fáa í komandi mánað møguleikan at síggja SvF bæði sum vanligt er nú og umvegis Televarpið.
Sambært Jónheðin Tróndheim, tekniskur leiðari hjá SvF, verður myndagóðskan í besta føri líka góð.
SvF sendir í verandi støðu umvegis teirra sendinet sjónvarp í analog formi og í mono.
Hetta er í dag ógvuliga óvanligt. Flestu rásir senda í stereo, men við verandi sendiútgerð fær SvF ikki gjørt hetta.
Flestu útlendsku rásir hava eisini skift yvir til at senda digital(talgilt). Við at senda null og eitt tøl í hópatal fært tú oftast eina nógv betri myndagóðsku og munandi fleiri møguleikar.
Sambært tekniska leiðaranum í SvF skulu nógvir pengar til, um føroyingar skulu síggja SvF í talgildum og stereo formi.
?Eg tori ikki at siga nakra ávísa upphædd, men tað er í øllum førum ein tvísifrað milliónaupphædd, sigur Jónheðin Tróndheim.
Hann vísir á, at Televarpið bert røkkur til ein part av Føroya fólki, men SvF hevur skyldu til at senda til øll. Kundarnir hjá Televarpið sleppa at síggja SvF í talgildum formi, men talan verður um, at analog signalið verður gjørt um til eitt talgilt signal. Allir teir vanligu møguleikarnir nútíðar talgildu rásum verða ikki tøkir ? frá byrjan í øllum førum.
Hjá SvF verður alt tikið upp, og tey kundu eisini klárað at sent í stereo, men verandi sendarar eru gjørdir til analog, og tískil er hetta ikki gjørligt.
Í 2002 ljóðar tað kanska ikki av so øgiliga nógvum at kunna siga, at vit síggja sjónvarp í mono og analog. Vinnumálaráðið, ið eigur sendiútgerðina, SvF nýtir at senda við, hevur sett ein arbeiðsbólk at hyggja nærri at talgilding og sendiorkuna v.m. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking úr Vinnumálaráðnum, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Við gomlu skipanini hjá Rás Tórshavn varð sent analog í mono.
Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið, upplýsir, at Televarpið hevur gjørt íløgur í nýggja útgerð til at senda talgilt. Av verandi útgerð hjá Rás Tórshavn eru tað bert sjálvar parabolskálirnar, ið verða nýttar. Kostnaðurin av nýggju íløgunum er ikki upplýstur fyri okkum.










