Ólavsøkukonsertin er aftur blivin eitt hitt
Á tíðindafundi á nýggja in-staðnum í Havnini, Platform, royndu umboð fyri Føroya Undirhaldstónleikarafelag (FUT) at lansera komandi útgávu av árliga afturvendandi ólavsøkukonsertini sum eina vælumtókta og »in« konsert. Og tað var ikki heilt av leið, tí sum áhoyraratølini frá í fjør tíðiliga avdúka, so er talan um einki minni enn størstu konsert á árinum.
Nøvnini, sum spæla á konsertini á ólavsøku í ár eru eisini bólkar, sum hvør sær draga nógv fólk. Talan er um nakrar av allarbestu tónleikabólkunum í Føroyum, allir savnaðir á einum palli. Hesir eru Frændur, MC-Hár, I Am, Týr, Clickhaze, Flux, Faroe Teens, All That Rain og Tangz.
? Hetta er candyfloss til oyruni, segði Jón Tyril, nevndarlimur í Tutl, á tíðindafundinum og sipaði her ólavsøkukonsertina sum eitt ljómandi alternativ til alt tað tvætlið av heliumballónum, blinkandi tarvahornum og candyflossi, sum verður keypt á ólavsøku.
Gongur væl hjá FUT
Prísurin á atgongumerkjum til Ólavsøkukonsertina liggur um hálvtannaðhundrað krónur, og tá ikki færri enn 3500 atgongumerki vórðu seld á ólavsøkukonsertini farna ár er einki at taka seg aftur í, at tað klingaði væl í kassanum hjá FUT í fjør.
Tað kávaðu nevndarlimirnir í FUT heldur ikki út yvir á tíðindafundinum, har teir eisini boðaðu frá hvat teir ætla at brúka betraðu fíggjarstøðuna til.
? Í heyst og í vetur fara vit at taka tiltakið »Futti á ferð« uppaftur, og ætlanin er, at tað skal gerast ein fastur táttur annaðhvørt ár, tá Prix Føroyar ikki er.
»Futti á ferð« inniber at FUT skipar fyri konsertum kring landið har eitt rímiliga kent navn er á palli. Teir minni kendu bólkarnir í økinum fáa so eisini høvi at fara á pallin og vísa hvat teir kunnu.
Eisini spæla tey í FUT sær við tankanum um at fáa okkurt kent útlendskt navn við á ólavsøkukonsertina komandi ár.
Ólavsøkukonsertin verður sum vanligt hildin 27. juli. Farnu árini hevur tað gingið væl at hava konsertina í Kommunuskúlagarðinum og har verður hon eisini í ár. Soleiðis sær tað nú út til, at ólavsøkukonsertin endiliga hevur funnið eitt fast pláss eftir at hava reikað runt um so at siga allan Havnar bý frá ári til ár.