Umframt høvuðsredaktiónina á Argjum hevur Sosialurin fasta redaktión í Suðuroy, í Esbjerg, á Christiansborg í Keypmannahavn, í Saltangará, í Klaksvík og so eina rullandi redaktión. Alt hetta ger, at vit sum [...] Fyrsta prentmaskinan hjá Sosialinum stóð í Losjuni við Tinghúsvegin í Havn. Hetta var, tá blaðið varð stovnað í 1927. Frá 1943 varð blaðið prentað hjá Arnold Øster, og í 1954 verður blaðið prentað á Prentsmiðjuni [...] so dýrt at fáa bløðini út í hvønn krók í landinum. Í øllum grannalondum okkara verður slíkur útberingarstuðul latin. Vil løgtingið sum landsstýrið veita slíkan stuðul, sum í fyrsta umfari ikki røkkur til
sannførandi í fjør. Tvey av tapunum hava samstundis verið í Coca-Cola kappingini, og tí hevur Stjørnan heldur ikki møguleika at bjarga árinum við einum gullmerki í hesari kapping. Ikki við í Vágunum Hetta [...] pørtunum í málinum, men hetta tóktist eingin at vera serliga áhugaður í. - Vit er væl stillaði við venjarum, var svarið vit fingu, tá vit fingu orð á Ólav Poulsen, sum er formaður í hondbóltsdeildini í Klaksvík [...] tað ikki ber til at fáa nakað váttað í málinum, so er nú líkt til, at Rógvi Nielsen ikki longur fer at standa við ábyrgdini av liðnum. Sostat hevði Vesna Tomajek, sum í fjør var leikandi venjari hjá Stjørnuni
tá í eina viku til royndarvenjingar hjá Oldham, men í fyrsta umfari spurdist tó einki burtur úr hesum venjingum. Tørvur á lámum Heilt gloymdur eftir venjingarnar var føroyski spælarin tó ikki, tí í heyst [...] eg fall til í nýggja umhvørvinum. Eru báðir partar nøgdir, er jú einki til hindurs fyri at leingja leigumálið, sigur Øssur Hansen við Sosialin. Hørð kapping Enn hevur Øssur ikki roynt seg í dysti fyri nýggja [...] lið spældi væl. Teir vunnu 2-0, og tað, sum eg serliga beit merki í, var at leikferðin var sera høg. - Enn havi eg ikki sjálvur roynt meg í dysti, men væntandi skal eg spæla við eykaliðnum um vikuskiftið
føroyingar, sum í dag er stjóri í ESVAGT. Tað er Ovin Carlson av Tvøroyri. Fyritøkan, sum stendur fyri flestu av skipauppgávunum í sambandi við oljuvirksemið í Norðsjónum, eigur 13 skip, sum í dag nøkta stóran [...] ur Jan Müller Reiðaríið Thor í Hósvík, sum í fleiri ár hevur leigað skip síni út til oljuvirksemi ymsa staðni í heiminum, hevur nú gjørt avtalu við danska felagið ESVAGT í Esbjerg um samvinnu, nú oljuleiting [...] Man kundi ynskt sær, at tað var eitt sindur fríari kapping í bretskum øki. Málið varð annars tikið upp á fundinum millum Elttør og Lidell í Stavanger í august . Landsstýrismaðurin segði tá við bretska
sett beint uppeftir. Tá teir í fjør fluttu upp í triðju deild mettu tey flestu, at nú mundi stígur fara at koma í, tí kappingin í deildunum er munandi harðari enn hon er í seriunum. Byrjanin gav skeptikarunum [...] har tað nú er á fjórðaplássi. Av tí at árið í ár er heilt serligt í donskum flogbólti, flyta fimm tey fremstu liðini í triðju deild upp í aðru, og sum støðan er í løtuni eru føroyingarnir næstan tryggir. [...] rætt, tí tá verður tað munandi harðari at spæla í fyrstu deild enn tað er at spæla í aðru. Men, sum í øðrum ítróttargreinum, so mennast ítróttarfólk av kapping og tí er ikki óhugsandi, at teir enn einaferð
kappingina í ár, harav eru tað 16 súkklarar, sum koyra allar teinarnar, tað vil siga allar fimm dagarnar. Byrjað verður sum sagt í Eysturoynni. 2. teinur byrjar eisini í Eysturoy, og tá er málið í Klaksvík [...] teinurin sum verður koyrdur er frá Effostøðini í Runavík til Effostøðina í Skalabotni, og so aftur á mál við Effostøðina í Runavík. Hetta er ein avbjóðandi teinur, eftirsum nakrar drúgvar brekkur eru á teininum [...] aftur til Skálavík, runt í bygdini, og so skulu kvinnur og menn aftur til Sandsbygd, runt um Sandsvatn á øðrum sinni, og so aftur á mál í Skálavík. 4. etapan verður fyri 27. ferð í Suðuroy. Eisini ein spennandi
tað í kvøld. Føroyar spældu U-21 EM undankappingardyst suðuri í Andorra, og føroyska ferðalagið fyrireikar seg at til í morgin at lenda aftur í Vágum við 1-0 sigri. Málið skoraði Olaf Bárðarson í fyrra [...] útivølli í somu kapping, og Eyðun Klakstein landsliðsvenjari er væl nøgdur við úrslitið og eisini við avrikið: -At spæla ímóti Andorra á útivølli er altíð torført. Tað plagar at vera á graslíki, men í kvøld [...] fyrsta ferðin í hesi undankappingini, at vit fóru av vøllinum, uttan at tað var eydnast hjá mótstøðuliðnum at skora í móti okkum. Tað va okkum greitt, at vit fóru at vinna, um vit hildu tætt í verjupartinum
fyri í fyrireikingunum til hetta kappingarárið. Ein av orsøkunum er, at Mjølnir aftur í ár fer at luttaka í CEV-Challenge Cup. Við tað at luttøkan í oktober 2023 var sera væleydnað, hevur leiðslan í Mjølni [...] Dysturin í Sørvági verður sunnudagin kl. 16.00. Dysturin í Klaksvík verður eisini sunnudagin kl. 16.00. Lagt er upp til eina spennandi kapping. Seinastu nógvu árini hevur Mjølnir verið at kalla einaráðandi [...] leika seg víðari til næsta umfar í hesi kappingini. Mjølnir hevur tryggjað sær, at Phil Freere, sum ein góðan dag helst er ein av bestu leikarunum í Føroyum er aftur í felagnum. Umframt Phil hevur Mjølnir
hevði vunnið allar fimm ferðirnar undan vestanstevnuni í Sørvági í dag, so lá tað ikki í kortunum, at FM favorittarnir umborð á Sundabátinum longu í dag fóru at tryggja sær meistaraheitið. Sundabáturin er [...] tað kann vera við, at báturin hjá teimum norðuri í Tronganum – í Norðdepli og Hvannasundi – tryggaði sær í dag FM heitið. Meðan tað var øgilig kapping um næstfremsta plássið, so var yvirhøvur eingin ivi [...] fram ímóti málinum var tað í heilt stórum stíli, at Sundabáturin róði seg til stórsigur. Í dag royndist tsð ikki so væl hjá Skúgvi, sum annars hevur verið næstfremstur higartil í ár. Starturin hjá teimum
og hann fer at finna tyngsta og longsta síl í kappingini. Tvey heiðursmerkir eru at vinna í hesi kapping. - Eftir handanina verður ein hugnalig útikonsert í Skopun við Herborg Torkilsdóttir, Noomi og Mortan [...] - Sjálvur dagurin byrjar við ein skrúðgongu av kaiuni í Skopun og niðan í bygdina, har kappkoyringin verður. Eisini verður ein sílafiskakapping. Í Skopun er tað soleiðis, at áin rennur mitt oman gjøgnum [...] hesin stuttligi dagur verður hildin. Sjálvsagt vóna vit eisini, at nógvir kassabilar verða við í kappkoyringini í ár. Tað sigur Kristvør Kolden, fyriskipari, sum saman við Skopunar kommunu og Visit Skopun