Løgmaður hevur ongan trupulleika av at Atlantsflog byggir hotell

– Eg havi ongar trupulleika av at Atlantsflog fer at byggja hotell. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Bill Justinussen vildi hava hann at greiða frá, hvat hann heldur um, at Atlantsflog, sum er eitt alment partafelag, fer at byggja hotell í harðari kapping við tey privatu vinnuvirki, sum eisini byggja hotell. Og hann heldur, at tað almenna eigur at hava eina meining um virksemið hjá einum felagið, tað almenna eigur allan partapeningin í.

 

Atlantsflog er eitt alment partafelag sum er sett á stovn at røkja eina uppgávu, privata vinnan ikki kláraði, men at byggja hotell er ein uppgáva, sum tey privatu væl klára at lyfta, sigur løgtingsmaðurin.

 

Løgmaður vísir á, at Atlantsflog er eitt alment partafelag, men tað fær ongar almennar pengar at arbeiða við, og tað hevur tað ikki fingið í rættiliga nógv ár, síðani tað almenna var við til at endurreisa tað á sinni.

 

– Hevði Atlantsflog fingið almennar pengar at arbeitt við, hevði tað verið kappingaravlagandi, men tað fær Atlantsflog ikki, leggur løgmaður afturat. Tað merkir, at tað er skott ímillum felagið og politiska myndugleikan.

 

– At Atlantsflog ger av at byggja hotell er uttan iva fyri at styrkja grundarlagið undir felagnum og fyri at fáa fleiri ferðafólk til Føroya, sigur løgmaður.

 

Hann hevur skilt, at tað eru ov fáar hotellkømur til taks um summarið, so hann hevur ongar trupulleikar av, at Atlantsflog byggir hotell og sostatt bøtir um fortreytirnar fyri at fáa fleiri ferðafólk til Føroya.

 

Tinglimir úr Fólkaflokkinum eru ikki samdir, tí teir tvíhalda um, at Atlantsflog er eitt alment felag og tað skal ikki kappast á privata marknaðinum. Kári P. Højgaard, tinglimur fyri Sjálvstýri heldur harafturat, at hetta kann elva til mótstøðu ímóti Atlantsflogi og tí heldur hann, at hotellvinnan er ikki eitt virkisøki, Atlantsflog skal fara upp í.

 

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, heldur at ein váðameting eigur at gjørd av hotellætlanini hjá Atlantsflogi, tí gongur tað ikki eftir vild, kann tað vera ein vandi fyri flogsambandið ímillum Føroyar og Danmark, sum er okkara lívæðr við útheimin.

 

Hilbert Elisson, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin ivast eisini í ætlanini og hann spyr um tað er rætt, at almenn partafeløg fara at liva sítt egna lív.