2.050 fara undir Vestmannasund

Renni- og gongukappingini gjøgnum Vágatunnilin í morgin verður nógv tann størsta av sínum slagi, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, og tí er hon nú umskipað til motiónskapping

Hóast tað ikki verður koyrandi undir Vestmannasundi fyrr enn týsdagin, sleppa rennarar og gongufólk longu í morgin at royna undirsjóartunnilin.
Millum tiltøkini, nú koyrandi verður millum Vágar og meginøkið, er renni- og gongukappingin, sum felagið Bragdið hevur átikið sær at fyriskipa vegna vágafólk, ið annars standa fyri tiltakinum.
? Tá vit byrjaðu at fyrireika okkum til kappingina, sóu vit fyri okkum, at kanska eini 500 til 800 fólk komu við, men nú er talið komið upp á 2.050, og har steðgað vit, sigur Andrea Nielsen, fyriskipari frá Sandavágs Ítróttarfelag.
? Sostatt er kappingin nógvar ferðir størri, enn vit høvdu droymt um, og eg ivist ikki í, at vit høvdu komið upp á 3.000, um øll sluppu við, sum hava spurt seg fyri, eftir at tilmeldingarfreistin var úti, sigur.

Motiónskapping

Av tí at hetta bæði er gongu- og rennikapping, samstundis sum hetta hjá mongum er fyrsti møguleikin at sleppa undir Vestmannasund, er luttakaratalið so ovurhonds stórt, og tað ger eisini, at so mikið meira er at halda skil á.
? Av tí at fólk kunnu velja, um tey annaðhvørt vilja ganga ella renna, hava vit eisini gjørt av at halda gongu- og rennifólkini frá hvørjum øðrum, so at band verður ímillum, sigur Sølvi R. Hansen frá Bragdinum.
? Upprunaliga skuldi hetta vera ein kapping við tíðtøku og øllum, men av tí at so nógv fólk er við, hava vit broytt ætlan, tí tað setur øgiliga stór krøv til trygdina. So í staðin verður kappingin skipað sum ein rein motiónskapping.
Hetta verður gjørt fyri at leggja dent á, at tiltakið fyrst og fremst snýr seg um at uppliva nakað ókent og at nýta hendan serstaka møguleikan at renna gjøgnum undirsjóartunnilin.
Í staðin fáa allir tilmeldaðu luttakararnir eina t-skjúrtu, og eisini verða vinningar lutaðir burtur millum luttakararnar, so sum flogferð, fartelefon, vikuskifti á hotelli og gávukort til 5-túra kort gjøgnum Vágatunnilin.Byrjað verður beint innan fyri tunnilsmunnan Leynamegin í morgin klokkan tvey, og málið er beint innan fyri tunnilsmunnan Vágamegin. Vágafólk verða undan kappingini koyrd til Leynar í bussi, og hini verða eftir kappingina koyrd aftur til Leynar.