Johan Petersen
Bjørn Kalsø og MRCC-Sjóbjargingarstøðin eiga rós uppiborið fyri at hava framt ISO-góðkenning av stovninum. Hetta átti at fingið aðrar almennar stovnar, eitt nú Landssjúkrahúsið og Kringvarpið at gjørt tað sama
Um dagarnar frættist, at Sjóbjargingarstøðin, sum kom í rættuligt óðnarveður, tá ið Jøkulfelli gekk burtur norðan fyri Føroyar, hevði fingið ISO-góðkenning frá Norske Veritas. Hetta má sigast at verða eitt bæði klókt og framsíggið stig, sum er tikið, við tað at nú eru allar mannagongdir skrásettar og øll mistøk verða viðgjørd, eftirmett og rættað, uttan at nakar uttanfyristandandi nýtist at gera vart við tey. Og samstundis er støðin undir loypandi eftirliti av einum óvildigum stovni, sum tryggjar, at góðskan viðvarandi er á fyriskrivaða støðinum.
Hvørt fiskavirki hevur slíka skipan
Hetta er nakað, sum er kent í privata vinnulívinum, har t.d. øll fiskvirkir og fiskaútflytarar skulu hava eitt innaneftirlit, sum tryggjar keyparan, at hann fær ta góðsku, sum virkið sigur seg standa fyri.
PISA-kanning
Einasti almenni stovnur, sum áður hevur gjørt góðskumetingar, er Mentamálaráðið, sum lat gera eina PISA-kanning av føriska skúlaverkinum, uttan at hetta tó var at sammeta við eina ISO-góðkenning.
PISA-kanningin segði bert hvørjum støði, skúlaverkið er á, meðan ISO-góðkenningin tryggjar javnt góðskustøði, sum so kann betrast, um hugur er til tess.
Almennir stovnar ynskja ikki at verð góðskumettir
Tað tykist, sum um almennir stovnar ikki ynskja ella tora at fáa seg góðskumettar. Eitt feskt dømi er mótstøðan í skúlaverkinum um kapping frá privatskúlum.
Men nú hevur ein almennur stovnur torað at brotið upp úr nýggjum og hevur latið seg góðskumett av óheftum stovni og tað eigur stovnurin og landsstýrismaðurin, ið varðar av stovninum, Bjørn Kalsø, alt rós uppiborið fyri.
Landssjúkrahúsið og Kringvarpið næstu?
Vónandi er hetta bert byrjanin fyri eina almenna fyrisiting og stovnar, sum seta góðskuna í hásæti. Hví ikki fremja somu skipan fyri eitt nú Landssjúkrahúsið, sum vit øll hava so nógv fyri neyðini og sum júst nú eisini er í einum sonnum óðnarveðri? Og Kringvarpið, sum ávirkar okkum øll so ómetaliga nógv og sum í nógv ár hevur verið kritiserað fyri vánaligan journalistikk?
Slík skipan kundi endurreist álitið á hesar stovnar.