Føroyskur partabrævamarknaður?

Oddagrein

 

Hóast tankin um føroyskan partabrævamarknað er áhugaverdur, so eiga menn at umhugsa hettar mál sera gjølla. Hví vilja menn hava ein slíkan? Eru tað nationalistisk motiv, har marknaðurin skal verða tekin um sjálvbjargni? Ynskja menn eitt samfelag, har tær fríu marknaðarkreftirnar skulu hava so víðar ræsir sum møguligt? Gongur Fólkaflokkurin ørindi fyri teir, ið vilja sleppa framat aftur fyrrverandi Sjóvinnubankanum, Fiskavirking, Fiskasøluni o.s.fr?


Tørvar vinnuni veruliga ein føroyskan partabrævamarknað? Sagt er, at ein fortreyt fyri ein partabrævamarknað er, at almennu partafeløgini verða listaði á partabrævamarknaðinum. Valla nakað herðaklapp til føroyskt vinnulív ? er veruliga einki, ið er áhugavert at gera íløgur í innan føroyskt vinnulív? Um vinnuni veruliga tørvar ein partabrævamarknað, hví eru so ongar privatar fyritøkur, ið kunnu brúkast sum ?prøvikaninir? fyri at vita, um príslegan veruliga endurspeglar virðið á feløgunum. Skattgjaldarin kann neyvan vera tryggur við at hansara ogn skal brúkast til eitt eksperiment sum væl kann miseydnast, tí talið av partabrævahandlum verður ov lítið.


Tað er einki minni enn ein vanlukka, um almennu partafeløgini verða seld í stórum, og privatar kreftir keypa tey fyri ein undirprís fyri síðani bert at sita á partabrøvunum, sum vit føroyngar hava til siðvenju. Hvat er nyttan av einum partabrævamarknaði tá?


Um føroyskar fyritøkur hava tørv á at kunna skráseta seg á einum partabrævamarknaði og handla partabrøv, so liggur heimurin opin. Í hesum globaliseringstíðum gerast partabrævamarknaðir alsamt størri. Hví ikki arbeiða fyri skráseting í Keypmannahavn, London, Frankfurt, New York o.s.fr.


Nú vil kanska onkur føra fram, at krøvini á hesum marknaðum eru alt ov høg. Er tað ikki júst soleiðis fríu marknaðarkreftirnar fungera? Tað er einki galið við at vera protektionistiskur og ganga inn fyri eitt vart vinnulív, ið sleppur lættari á ymsan hátt, tí tað ikki klárar seg móti tí stóru verð, men so er at siga og viðganga tað! Tað ger høgrivongurin í Løgtinginum ikki, og Vinnuhúsið kundi havt gott av, at gjørt sína støðu eitt sindur klárari hesum viðvíkjandi.


Tað er einki meira ódámligt enn liberalistar, ið latast ganga inn fyri fría kapping, men í veruleikanum eru teir ringastu at uppfinna serføroyskar dunnuhyljaskipanir.