Løgið nokk hevur Rás2 fyri fáum vikum síðani eisini sent fólk til Danmarkar at gera morgunsending – og mikudagin varð tann fjórða seinnapartssendingin mikudag, Ghetto Føroyar, send á Rás2 úr Danmark. Eisini fíggjað við sponsori, BankNordik.
Men Rás2 er ein kommersiel útvarpsstøð, sum einans livir av tí, sum verður vunnið við lýsingarsølu og sponsorum. Men Kringvarpið vinnur eisini pengar við lýsingarsølu og sponsorum, hóast Kringvarpið skal eitast at vera ein public service støð, sum krevur skatt inn frá fólki. Ein slík støð skal vera púra óheft – hon sal ikki vera hora fyri vinnulívið, tí tað undirgrevur integritetin hjá øllum journalistunum í Kringvarpinum.
Tragist men spell.
Poul Michelsen, tingmaður, hevur givið ilt av sær, tí at Posta brúkar almennar pengar til at kappast við privat virki um farmaflutning. Tað er eisini langt úti, at eginpeningurin hjá Posta verður brúktur í slíkari kapping. Men hetta er føroysku politikkur í einum nøtuhylki.
Kanska júst hetta við Posta nívur serliga nógv hjá Poul Michelsen, tí hetta er ein vinna, sum hann hevur skil fyri. Men hevði hann verið í miðlavinnuni, so hevði hann eisini spurt, um tað er í lagi, at Mentamálaráðið letur Kringvarpið kvala privatu miðlarnar við høpisleysu kappingini.
Tað eru so nógv dømi um, at ryggleysir politikarar lata almennar stovnar kvala privat vinnuvirksemi bara tí at politikarar ikki tora at taka neyðugu avgerðirnar – sum til dømis at reka Krinvarpið bíligari ella útvega tí fleiri pengar – ella at privatisera allan postflutingin.
– Takið tykkum saman, tit sum ráða fyri borgum!