Føroysku kvinnurnar seta dám á

Gotland 99: Ingibjørg Poulsen vann bronsu í kúluvarpi, og mánadagin var Sunnuvá Bjarnastein eitt sekund frá at vinna gull á 10.000 metra teininum. Men silvurmerkið er flott og sera væl uppiborið

Sunnudagin vann Ingibjørg Poulsen bronsu í kúluvarpi, og mánadagin fekk Sunnuvá Bjarnastein silvur í 10.000 metra renningini. Sostatt hava kvinnurnar í frælsa ítróttinum fingið væl burtur úr higartil á oyggjaleikunum, og møguleiki er fyri enn fleiri heiðursmerkjum, ikki minst hósdagin, tá hálvt maraton er fyri bæði menn og kvinnur. Har eru góðar vónir til, at Sunnuvá Bjarnastein og Rigmor N. Joensen fara at fáa heiðursmerki fyri lið.

Í upp móti 30 hitastigum og bakandi sól rann Sunnuvá Bjarnastein seg til silvurið eftir ein spennandi endaspurt við tvær aðrar. Hon bleiv ov stutt til gullið, men silvur er framúrskarandi, og hon var eisini ovurfegin aftaná.

Sunnuvá var allatíðina millum tær fremstu, uttan at hon nakrantíð var fremst. Hon helt seg aftanfyri eina av Guernsey, ið æt Val Phillips, og sum sostatt tók størsta takið, tí tað er altíð lættari at renna beint aftan fyri onkran annan.

Guernsey-kvinnan dragnaði eisini heilt burtur úr móti endanum, tá tað bleiv ein kapping millum Sunnuvá, Uiloq Slettemark úr Grønlandi og Penny Buckingham av Guernsey. Í endaspurtinum dragnaði Buckingham, men Sunnuvá megnaði ikki at taka grønlendska rennaran, og sostatt fóru bæði gullmerkini á 10.000 metrum til Grønlands (Kim Godtfredsen vann hjá monnunum).

Tíðin hjá Sunnuvá var 40 minuttir 28,77 sekund, meðan Slettemark fór um málstrikuna við tíðini 40.27,77, so her var bert eitt sekund á muni!

Bronsuna vann Buckingham við tíðini 40.31,62.


Nógvur hiti

og lág ferð

Rigmor Napoleonsdóttir Joensen rann ein stóran part av teininum fyri seg sjálva, og tað er tyngri enn tá runnið verður í bólki saman við øðrum.

Rigmor endaði á sætta plássi við tíðini 41.29,09, og tað er eisini heilt gott.

Annars var tað sum nevnt sera heitt, meðan 10.000 metrarnir hjá kvinnum vórðu runnir, og dentur varð lagdur á, at rennararnir fingu nóg nógva vætu, meðan tær runnu. Tað var eisini neyðugt, tí tær munnu hava sveittað fleiri litrar teir 40 minuttirnar, kappingin vardi. Men av tí sama var tempoið ikki serliga høgt, og báðar tær føroysku kvinnurnar fullførdu uttan stórvegis trupulleikar. At tað so bert bleiv eitt sekund frá gullinum hjá Sunnuvá, man vera til at liva við, tí eitt silvurmerki er sera flott at debutera við á oyggjaleikum.