Nýtt svimjiár

Fuglafjarðar Svimjifelag er byrjað upp á enn eitt svimjiár.

Undirtøkan var stór, tá felagið, í síðstu viku boðaði frá, at nú kundi ein tekna seg at verða við til venjingarnar hjá felagnum og tær nógvu spennandi svimjikappingarnar. Fyri tveimum vikum síðan byrjaði úrvalsliðið, ella fyrsta lið, aftur at venja og liggur talið av fyrsta lið svimjarum um tey 12.
Fuglafjarðar Svimjifelag hevur í ár fingið nýggjan venjara at taka sær av úrvalsliðnum. Johan Martin Poulsen úr Saltangará, sum hevur verið venjari á Toftum í tvey ár, tók yvir, har Malena Hansen slepti eftir trý ár. Tó kemur Malena at taka sær av triðja liði, sum eru nakað royndir svimjarar.
Sunrid Traðará var fyrsti svimjari, ið luttók til kapping fyri Fuglafjarðar Svimjifelag og vann heiðursmerki. Hetta var fyri nærum 30 árum síðan og kemur Sunrid at hava teir yngstu svimjararnar undir hond. Fríða Jøkladal, sum eisini er gomul í garði, verður venjari hjá 2. liði og eru fleiri av fremstu svimjarunum í felagnum, s.s. Anita Højgaard, Jákup Ø. Mohr, Sveinur Magnason, Pauli Ø. Mohr, Fríða Joensen aftur at henni.
Eins og undanfarnu ár, fáa børn undir skúlaaldri, saman við foreldrum, høvi at fara út í. Svimjitíðin er løgd soleiðis, at vatnið í høllini verður hitað júst tá og fer Fridrikka Leiti at taka sær av hesum liðnum.
Ymsu liðini hjá Fuglafjarðar Svimjifelag venja miðvíst og er enn møguleiki at tekna seg sum svimjara hjá einum av liðunum við at ringja til Fuglafjarðar Svimjifelag á tlf. 227773.