GÍ: Einasti vegur at geva havnarfeløgunum kapping

? Hetta kann skapa fyritreytir fyri, at vit fáa tíggju sterk lið í staðin fyri tvey ella trý, sum nú er, sigur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ

Formaðurin í GÍ, Jógvan Gregersen, heldur uppskotið hjá B68 vera gott.

Men hann heldur, at tað hevði verið meira hóskandi at hækka talið upp í tríggjar heldur enn fýra.

? Við at fáa fleiri útlendingar fer kappingin at harðna, tí liðini gerast javnari, sigur Jógvan Gregersen, sum heldur, at einasti máti at geva havnarfeløgunum veruliga kapping, er við at leita sær hjálp úr øðrum londum.

? Vit hava roynt at fingið spælarar úr øðrum føroyskum feløgum, men higartil hevur tað ikki eydnast. Tí er einasta loysn hjá okkum at fara uttanlands eftir nýggjum spælarum, sigur GÍ-formaðurin.

? At vera við í 1. deild, steypakappingini og Europa Cup-kappingini krevur nógv av spælarunum, og tá so skaðar og kort koma uppí, er hópurin ov smalur, sum nú er, sigur Jógvan Gregersen.


Kann skapa fyritreytir fyri fleiri góðum liðum

Jógvan væntar, at tað fer at verða undirtøka fyri uppskotinum.

? Fleiri av teimum størru feløgunum hava gjørt vart við, at kappingin ikki er nóg stór, og at tað er ov stórur munur millum toppin og botnin.

? Hetta kann skapa fyritreytir fyri, at vit fáa tíggju sterk lið í staðin fyri tvey ella trý, sum nú er, sigur Jógvan Gregersen.

Formaðurin hjá GÍ væntar eisini, at tað fer at gagna føroyskum fótbólti at fáa spælarar úr øðrum londum hendavegin, eins og tað hevur gjørt higartil.

Jógvan Gregersen sær ikki so svart upp á framtíðina, hóast tað ikki hevur eydnast so væl at sett ungar spælarar við seinastu árini. Unglingaliðið hjá GÍ vann steypakappingina í fjør, og um alt gongur eftir ætlan, verða tað um nøkur ár hesir, sum mynda 1. deildarliðið hjá gøtumonnum.

Feløgini uttanfyri høvuðsstaðin eru ofta í vanda fyri at missa sínar bestu spælarar, og tað er eisini neyðugt hjá GÍ at halda upp á unglingaspælararnar, sum felagið hevur vant upp frá barnsbeini.

Ein tann mest evnaríki av hesum er ivaleyst 17 ára gamli Súni Olsen, og søgur hava gingið um, at B68 hevur ligið framvið eftir hesum evnaríka unglinginum, eins og tað eisini hevur ljóðað, at Jóan Petur Olsen var á veg út á Svangaskarð.

Jógvan Gregersen avsannar hesi tíðindini, og hann sigur eisini, at eingin avtala enn er gjørd við nakrar útlendskar spælarar, men at tað verður arbeitt við hesum.