Annars hevur løgreglan havt fitt av stríðið av fullum fólki í nátt. Í fleiri førum hjálptu løgreglan fólk á føtur, sum vóru avdottin og í eina ferð máttu tey koma einum hýruvognsførara til hjálpar, sum [...] longutong, og í einum føri mátti løgreglan fáa sjúkrabil eftir einum manni, sum var so deyðadrukkin, at tað fekst ikki samband við hann. Í nøkrum førum fekk løgreglan sissa fólk, sum vóru ov harmælt og
Eldurin varð tó skjótt sløktur, tí løgreglan varð skjót á staðið og fekk sløkt við pulvursløkkjarum. Men sløkkiliðið varð eisin boðsent og tey sløktu so tað seinasta. Løgreglan sigur, at talan var um onkran [...] einum træhjalli, sum eldur kom í. Løgreglan sigur, at klædningurin fekk nakað av skaða, og somuleiðis fingu nakrir lutir, sum vóru beint innan fyri, eisini skaða. Løgreglan sigur, at viðkomandi, sum brúkti
stóð stillur. Men løgreglan sigur, at tað vóru bara bilarnir, sum fingu skaða, tí ongin mannskaði var. Annað páskakvøld plagar at vera eitt av ársins stóru veitslukvøldum, men løgreglan sigur, at tað hevur [...] Í gjár fór at kava og tað varð reiðiliga hált summastaðni og løgreglan sigur, at onkur ferðsluóhapp eru hend. Seinnapartin í gjár hendu tvey ferðsluóhapp upp á ein minutt – og á sama vegi. Tað var á H [...] sindur, at tað er arbeiðsdagur í dag. Í øllum førum hevur tað verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan.
Í morgun er løgreglan á Bornholm farin undir nýtt eftirlit. Løgreglan tekur ímóti fólki, sum koma til Bornholm við flogfari, ferju ella skipi, og ger eftirlit, sum ikki er vanligt at gera. Orsøkin er, [...] at stóra tiltakið Folkemødet verður á Bornholm hálvan juni, og í tí sambandi er løgreglan farin undir eitt serligt trygdareftirlit við vitjandi á oynni. Ætlanin við eftirlitinum er ikki at krevja sam [...] samleikaprógv frá øllum fólkum, men at hava eftirlit við teimum, sum koma til oynna. Um løgreglan heldur, at neyðugt er við nærri kanningum av útvaldum fólki, verður tað gjørt. Nógv fólk kemur til Bornholm
Beint eftir klokkan tvey í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður var vorðin stungin við knívi í Havn. Løgreglan sigur, at hendingin fór fram á einum privatum bústaði, har nøkur fólk vóru savnað. Men [...] Men illstøða kom í ímillum tveir mans, og tað endaði við, at annar dró knív og stakk hin í búkin. Løgreglan sigur, at maðurin, sum varð stungin, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir [...] Gerningsmaðurin er tikin og situr á løgreglustøðini, har hann er skuldsettur fyri grovan harðskap. Løgreglan veit ikki, hví illstøðan tók seg upp, og fyribils vilja tey heldur ikki siga, hvat tað var fyri
tikin fyri at koyra við kenning. Løgreglan sigur, at tað vóru fólk, sum ringdu á løgreglustøðina at melda bilføraran, tí tey høvdu illgruna um, at hann hevði kenning. Løgreglan fór eftir honum, og tey fingu [...] og tískil varð hann førdur til lækna at taka blóðroynd. Løgreglan sigur, at sostatt er bilførarin skuldsettur fyri at koyra við kenning. Løgreglan sigur, at tað hendir seg rættiliga ofta, at fólk ringja
Løgreglan í Reykjavík hevur funnið líkið av einum nýføddum barni í einari ruskbingju uttan fyri hotellið Frón. Løgreglan sigur, at foreldrini eru 22 ára gomul og ættað úr Litava. Kvinnan arbeiðir á hotellinum [...] í morgun, og at læknar har staðfestu, at hon hevði føtt barn innan fyri tað seinasta samdøgrið. Løgreglan varð kunnað um málið, og stutt eftir bleiv líkið av einum pinkubarni funnið í ruskbingjuni uttan [...] tíðindaskrivinum frá løgreglustjóranum. Tann 22 ára gamla kvinnan er løgd inn á sjúkrahús, har løgreglan hevur eftirlit við henni. Unnusti hennara er í varðhaldinum hjá løgregluni.
Russiska løgreglan hevur sent fólk at kanna fleiri jarnbreytarstøðir í høvuðsstaðnum Moskva, eftir at løgreglan fekk ávaring um bumbur á trimum jarnbreytarstøðum. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við [...] á einum flogvølli í Moskva. Aftan á ta vanlukkuna bað løgreglan fólk siga frá, um tey varnaðust okkurt illgrunasamt, og sum skilst hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir. Talsmaðurin hjá løgregluni í
Løgreglan í brasilska býnum Sorocaba hevur tikið ein mann, sum er skuldsettur fyri at hava havt konu sína innistongda í kjallaranum í 16 ár. Løgreglan sigur, at maðurin varð tikin, eftir at onkur ónevndur [...] kvinnu, og hana hevur løgreglan eisini tikið. Ein talsmaður fyri løgregluna í Sorocaba sigur, at Joao Batista Groppo, sum er 64 ára gamal, varð tikin í gjár, og at seinni fann løgreglan 40 ára gomlu konu hansara
tað, ið higartil er farið av vikuskiftinum. Tað sigur løgreglan í morgun. Men í gjárkvøldið varð ein bilur steðgaður í Kollafjarðardali, og løgreglan sigur, at bilførarin er skuldsettur fyri at koyra undir [...] hann hevði heldur ikki koyrikort. Løgreglan sigur, at hann hevur mist tað og ikki tikið tað aftur, so hann verður eisini skuldsettur fyri tað. Annars gørdi løgreglan ferðmátinar ymsastaðni í Eysturoy.