Sluppu væl frá ógvusligum ferðsluóhappi á Argjum

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi

Um midnáttarleitið í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um eitt ógvusligt ferðsluóhapp á Hamrinum á Argjum.

Ein bilur við trimum ungfólkum var á parkeringsplássinum við skúlan, men tá ið hann skuldi avstað aftur, hendi eitt ella annað, so at hann fór út av bakkanum og endaði á takinum niðri á vegnum.

Fallið er einar fýra, fimm metrar og løgreglan sigur, at stoyturin var so harður, at takið varð kroyst heilt niður ímóti setrunum.

Men løgreglan sigur, at tey trý fólkini sluppu rættiliga væl frá óhappinum. Tað eina av teimum varð innlagt á Landssjúkrahúsið við nakað av skaða, tí læknarnir vildu hava eyguni við tí um náttina.

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi. Tey siga, at rúsdrekka var ikki uppi í, men bilførarin var rættiliga óroyndir.