Í fekk løgreglan tvær ferðir boð um, at innbrot hevði verið í bingjur. Ein bingja stóð á Høgabóli, men har var einki at stjala. Tað einasta løgreglan veit, er, at tað innbrotið hevur verið onkuntíð hendan seinasta hálva annan mánaðin. Á Skipanesi hevur innbrot verið í eini bingju seinasta vikuskiftið og haðani eru nakrar gassfløskur stolnar.
Annars tók løgreglan ein bilførara í gjár fyri at koyra 85 kilometrar um tíman við Gøtugjógv, har tað er loyvt at koyra 50. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, og klárar hann ikki royndina, missur hann koyrikortið.
Í gjár ringdi ein maður úr Suðuroy til Havnina at melda, at ein hundur hevði bitið hann undir rakstri og tað kannar løgreglan eisini.