Slovenia, ið vann okkara innleiðandi EM-bólk við m.ø. einum 30-27 (16-15) sigri á Føroyum, prógvaði aftur í dag, at teir eru eitt sterkt lið.
Í dysti í EM-millumbólki 2 í Malmö Arena vann Slovenia fyrr í dag 35-32 á Ungarn. Ungarar vóru á odda 17-15 í steðginum.
Blaž Janc var við 10 málum stórskjútti hjá Slovenia í dag. Við átta málum var Bence Imre toppskjútti hjá Ungarn.
Aftaná tríggjar dystir hevur Slovenia fýra stig, meðan Ungarn hevur bert eitt stig.
HER er skráin fyri millumbólk 2:
23. januar: Ísland – Kroatia 29-30
23. januar: Sveis – Ungarn 29-29
23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35
25. januar: Slovenia – Ungarn 35-32
25. januar: Ísland – Svøríki, kl. 17.
25. januar: Sveis – Kroatia, kl. 19.30.
27. januar: Sveis – Ísland, kl. 14.30.
27. januar: Slovenia – Kroatia, kl. 17.
27. januar: Svøríki – Ungarn, kl. 19.30.
28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.
28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.
28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Slovenia-Ungarn 35-32 (15-17):
##med2##











