Tað verður ikki á hesum sinni, at 34 ára gamli landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson fer at royna seg í bestu føroysku fótbóltsdeildini.
Hann hevur nevnliga longt við KA í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Sáttmálan er galdandi fyri hetta kappingarárið.
Hetta verður triðja kappingarárið Jóan Símun roynir seg í íslendskum fótbólti.
Í fjør skoraði Jóan Símun fýra mál fyri KA í bestu íslendsku deildini.
Jóan Símun hevur áður roynt seg í enskum, norskum, donskum, týskum, belgiskum og norðurmakedonskum fótbólti.
Jóan Símun hevur leikt 98 A-landsdystir, ið er føroyskt met. Líkindini fyri, at hann verður tann fyrsti sum rundar 100 landsdystir eru góð.











