Burturflytararnir hjá Madeleine verða nú tiknir

Tríggir menn, sum eru undir illgruna fyri at hava burturflutt Madeleine McCann, verða settir í varðhald fyrsta dagin.

Tað váttar portugisiska løgreglan fyri bretska blaðnum The Observer. Teir tríggir eru undir illgruna fyri at hava brotið inn í íbúðina og burturflutt Madeleine McCann í mai í 2007. The Observer veit at siga, at Scotland Yard og portugisiska løgreglan kenna seg rættiliga vísar í málinum.

 

Scotland Yard hevur leingi havt illgruna til júst teir tríggjar menninar, og fyri einum hálvum ári síðani bað bretska løgreglan um loyvi at avhoyra teir. Teir tríggir eru kortini ikki einsamallir, tí sum skilst skulu átta onnur fólk avhoyrast.

 

Bretska løgreglan heldur, at fjáltur kom á teir tríggjar innbrotstjóvarnar, tá Madeleine vaknaði av teimum, og at teir gjørdu av at taka hana við sær. Kanningar hava víst, at teir tríggir tosaðu sera ofta í fartelefon dagarnar aftan á hendingina.