Løgreglan leitar nú eftir vitnum í sambandi við málið, har ein maður varð skuldsettur fyri dráp í farnu viku.
Í hesum sambandi við løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum halda seg hava sæð nakað við gerningsstaðið, Marknalíð 3 í Tórshavn, mikudagin 20. novembur ímillum klokkan 20 og 23 júst fyri eini viku síðan, tá 61 ára gamli maðurin doyði av stingløsti í bringuni.
Í tí sambandi steðgaði løgreglan í gjárkvøldið øllum bilum, sum koyrdu eftir Svaldbardsvegnum og Marknagilsvegnum í sama tíðarbili, fyri at vita um tey eisini henda dagin fyri eini víku síðani koyrdu framvið staðnum, um tað mundi, tá hendingin fóru fram.
Løgreglan sigur, at tey fara at tosa aftur við onkran av bilførarunum. Sí fleiri myndir við at TRÝSTA HER |
|
|
|