Tað var fitt av vindi í gjár og í gjárkvøldið, og løgreglan fekk fleiri fráboðanir um, at valplakatir fuku í vindinum ymsastaðni í Havn. Tað hanga nógvar plakatir uppi allastaðni, men tað eru ikki allar, sum eru líka væl festar, og tí fara tær á flog.
Løgreglan sigur, at løgreglan fór á staðið og fekk boðini víðari, so at tær ikki elvdu til skaða.
Stendst skaði av, at valplakatir fara í vindinum, er væntandi, at tey, sum hava ábyrgdina av teimum, koma undir endurgjald.
Annars hevur løgreglan ikki fingið nakað serligt at fráboðanum um vindskaða í nátt, men á Selatrað vórðu nakrar takplátur tiknar av vindi, men tey fingu fatur á teimum aftur.
Aftur í dag, og tað mesta avnáttini, verður boðað frá heilt fitt av vindi.











