Í gjár fór løgreglan í Sandoynna at kanna ferðsluna har, og tað hevur ikki verið til fánýtis, tí tað eru fleiri bilførarar, sum hava fingið bót.
Løgreglan sigur, at í gjár vórðu 82 bilar kannaðir í Skopun og av teimum fingu 15 bilførarar bót, umframt at nakrir aftura fingu átalu fyri smærri feilir og brek.
Í morgun stóð løgreglan fyri Teistanum tá ið hann kom til Skopunar og har vórðu 37 bilar, sum komu við Teistanum, kannaðir.
Løgreglan sigur, at av teimum fingu sjey bilførarar bót. Bøturnar eru givin fyri alt handa slag av lógarbrotum, bæði brostnar perur og uppslitin dekk, umframt at bilførarar ikki sótu í trygdarbelti, førarar á bili og prutli ikki høvdu koyrikortið uppi á sær – og onkrir høvdu ikki koyrikort yvirhøvur.











