Níggju ára gamal stakk beiggja sín

Løgreglan í Kolding vil frætta frá fólki, sum kunnu siga nakað um eina heldur óvanliga hending seinnapartion í gjár, tá ein níggju ára gamal drongur stakk seks ára gamla beiggja sín í búkin við einum køksknívi.

Sum skilst spældu teir báðir beiggjarnir einsamallir, men løgreglan vónar kortini, at onkur kann hava sæð teir.

Løgreglan sigur, at dreingirnir vendu sær sjálvir til vaksin fólk í grannalagnum aftan á hendingina, og ein sjúkrabilur fór alt fyri eitt ástaðið. Tann seks ára gamli varð fyrst fluttur á sjúkrahúsið í Kolding og laghdur undir skurð har. Seinni varð hann fluttur á sjúkrahús í Odense. Drongurin er ikki í lívsvanda.

Løgreglan hevur avhoyrt tann eldra drongin og mammu teirra, men tað er framvegis ikki greitt, hví tann eldri stakk tann yngra.