Mitt í nátt fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp í Hvannasundstunnilin. Tað var ein bilur við trimim fólkum í, har førarin misti tamarhaldið á bilinum, og rendi í grótveggin. Løgreglan sigur, at bilurin fór í knús, men fólkaskaði var eingin.
Tað var bilførarin sjálvur, sum boðaði frá óhappinum. Løgreglan sigur, at bilurin var í ringum standi. Eitt nú vóru dekkini so illa slitin, at í onkrum føri kom stálveirurin undan.
Bilurin er nú førdur á Akstovuna til kanningar fyri at vita, hvussu standurin í roynd og veru, er.
Tað var fitt at upprudding efir óhappið, men tað var mitt í nátt, so ferðslan av avmarkað
Løgreglan sigur, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum málið, tí tað er greitt, at bilurin var ikki í lógligum standi.











