filmsleikari í løtuni, so vísir hann ofta fram aðrar síðir av listarmanninum í sær. Í løtuni lærir hann seg nakrar kingosangir, sum hann skal syngja saman við millum annað Niels Midjord í Havnar kirkju [...] at spæla í dansistovuni. Hann hevur spælt nógva aðrastaðni eisini, bæði saman við øðrum og einsamallur. Í fýra ár fyrst í nítiárunum hevði hann eisini Fuglafjarðar Harmonikuskúla, har hann í kvøldskúl [...] og rætta. Men tíverri er teldan í ólagi nú, og tí fái eg ikki gjørt nakað serligt við tað nú. Hans Jacob hevur annars siglt í fleiri ár, hann hevur róð út í Íslandi, og í 23 ár landaði hann hjá Havsbrún
ikki sørt av lagnunnar speisemi, at samráðingarnar í London og vitjan løgmans í Noregi fella á sama dag. Hetta átti í hvussu er at fingið okkurt gott høvd í Bretlandi at gjørt sær sínar tankar. Tað er so heldur [...] deponerað eina innbjóðing at vitja í Bretlandi langt niðri í eini skuffu. Hann heldur neyvan tað vera góður politikkur í eini støðu, har ómetalig stór virði standa uppá spæl í eini undirgrundarósemju, at ?flirta [...] um markið júst um somu tíð sigur kanska heldur ikki so lítið um eitt ávíst rák. LØGMAÐUR fer í døgnum 24. og 25. september til Noregs at síggja, hvussu frálandavinnan er bygd upp og virkar í dag. Tað er
um dálkandi árinið og harnæst í gransking í alternativum varandi orkukeldum. Tað er eisini tí vit á hesum stað fyri stuttum skutu upp, at Føroyar sum fyrsta landið setir í møguligar lisenstreytir, at ávís [...] til granskingina í alternativa orku,og tað er nettup hetta vit hava skotið upp kundi verið okkara føroyska íkast til tann globala orkupolitikkin. TALAN er um javnvág í hesum máli sum í so mongum øðrum. [...] hetta í síðsta enda tænir okkara egnu søk. Men at rætta Greenpeace lítlafingur í hesum døgum, har felagsskapurin hevur funnið sær eitt nýtt mál at yvirliva uppá, ætla vit okkum ikki, tó at vit í princippinum
tingumboðini í Norðurlandaráðnum, Marita Petersen og Jørgen Niclassen tosaðu á fundinum og nomu har við spurningar, sum rætt er at tríva í her eisini. Í røðu síni fegnaðist Marita Petersen um gongdina í Norðu [...] av Norðurlondum í dag. Tosað verður sum um at Norðurlond bert er økið rundan um Eystursjógvin segði hon. Í HESUM sambandi vísti tingkvinnan á, at tað eisini er ein norðurlendskur heimur í Norðuratlantshavi [...] verja og menna mentanina í Útnorðuri. Vit í Føroyum hava t.d. havt ómetaliga stóra nyttu og gleði av tí mentanarliga samstarvinum, sum hevur verið og er. Og einki er at ivast í, at tað kanska nettup er
forteknum. HENDING í landsstýrinum í gjár var eitt dømi um nakað, sum gongur væl, sum er positivt og sum hevur rós uppiborðið. Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum handaði fimm lærarum prógv í oljuboring. Hetta [...] frálandavinnnu. At hesir skúlar saman við landsskúlafyrisiting og landsstýrið í góðari tíð og í sátt og semju stinga út í kortið ein útbúgvingarpolitikk fyri komandi ættarlið. OG tað, sum kanska er ikki [...] Hetta málið snýr seg í veruleikanum um nógv meira enn júst hetta við oljuboring. TAÐ snýr seg um so nógv. Eitt nú um at føroyskir útbúgvingarstovnar, sum annars kanska ikki hava gjørt nógv við at samstarva
útvega eitt nýtt skip í staðin fyri Trónda. Men vit vita eisini, at hetta er eingin løtt uppgáva - hvørki politiskt ella tekniskt. Politiskt tí at fíggjarlógaruppskotið longu er farið í løgtingið. Tekniskt [...] gott samband. Ein góður infrastrukturur er ein fortreyt fyri mentanarligum og búskaparligum trivnað í einum framkomnum samfelag. Men ein framkomin infrastrukturur kostar pening. Hann má haldast og røkjast [...] er neyðugt javnan at gera íløgur. Verður hetta ikki gjørt javnan, so fáa vit fløskuhálsar. Tað er júst tað, sum hent er á samferðsluøkinum. Tá ið so fløskuhálsarnir koma, taka okkara landsstýrismenn til
møguliga ganga ímóti hansara politisku meiningum í ávísum máli. Hetta merkir so í síni víðastu merking, at embætisfólk, sum hava størri innlit í tí, sum hendir í egna baklandi, enn lanndsstýrismaðurin hevur [...] um, at politikari dugir at lurta og harvið eisini skyna á, hvat er skilabest at gera í einum ávísum máli. FIMMARIN í útvarpinum mikudagin varð ein staðfesting av hesi sannroynd. Landsstýrismaðurin, ið herfyri [...] hann fór at koyra hetta uppskotið í pappírskurvuna og ístaðin taka til eftirtektar tað uppskot, ið felstu starvsfólkini á LS nú um dagarnar løgdu fyri landsstýrismannin í Tinganesi. Onkur vil kanska siga
øllum í somu løtu, teir gerast landsstýrismenn? Er hetta tann nýggja og betraða rættartrygdin, at ein landsstýrismaður einvíst tulkar lógirnar, sum tað passar honum? Er einaveldið komið aftur í politiska [...] politiska hásætið? NÚ má vit, skil og sakkunnleiki aftur takast í álvara her á landi. Nú mugu embætismenninir sláa nevan í borðið og siga Sámali Peturi, at eitt minstamark av sakligheit má leggjast til grund [...] svarar til, at sjógarpurin Sámal Petur tann 27. oktober ætlar sær á flot. Hann hyggur í Álmanakkan ella eins væl í Sosialin og lesur: »Mánin longst frá jørðini«. Men sigur hann við seg sjálvan: »Áðrenn
skandala fyri land okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og dugnalig fólk, sum nú í meira enn 30 ár hava arbeitt pelagiskan fisk og sum nú í longri tíð hava ynskt at útbyggja møguleikarnar [...] politikarar. Hvussu kann ein løgmaður í eini ólavsøkurøðu taka júst hetta málið fram og rósa teimum, sum standa aftanfyri og eggja teimum til at halda fram, tá sami maður í Tinganesi antin setir fót fyril málinum [...] eingin lurtað - við tí úrsliti, at silvurið, sum vit hava í hondunum, fer millum fingrarnar. NÚ hevur so løgmaður biðið Sámal Petur í Grund fara í Fíggjarnevndina við málinum. Her stendur ein positiv andstøða
upphædd, sum tey klára at rinda. Í okkara verð eigur tað almenna í Føroyum at vera við til at seta í gongd og eisini halda lív í vinnuvirksemi, har hetta kann gerast lønandi í longdini. Okkara samfelag er [...] TAÐ er leiðslan í Fiskavirking og í Framtaksgrunnurin, sum eftir øllum at døma hava mett, at tað loysir seg ikki at hava virkið í Miðvági gangandi. Tað er rætt og slætt ikki økonomiur í tí meira. Hetta [...] VÁGAFÓLK og her serstakliga miðvingar eru í sera ringum skørum í hesum døgum. Og tað hava teir alla grund til. Fyrst gitingarnar og nú boðini um, at virkið í Miðvági skal lata, eru einki minni enn ein