dóttir, sum fekk navnið Anna Sofía. Hon giftist i Saksun við Jákup Hansen. Hon gjørdist seinna kona hansara. Rutan til Havnar Fyrst eg minnist, var bara ruta norður til okkara týsdag og fríggjadag. Tað vóru [...] Mamma plagdi at fara til Hvalvíkar við mjólkarbiði við 15 litrum í at senda til Havnar. Tað var ein fittligur teinur at ganga við slíkari byrðu. Teir bátar, sum sigldu norður til okkara, vóru “Streymur” [...] um, Elin Mariu og Elin Katrinu, sum vóru gamlar gentur. Tær fingu síðani torvið til høldar. Pápi tók Elin Mariu inn til okkara, tá ið hon ikki orkaði meira. Tá var Elin Katrina langt síðani deyð. Hann
hann kom, og hann búði á Dunganum, til hann giftist 14 dagar aftaná okkum við Matildu úr Norðragøtu. Hann kom tá aftur at búgva í Norðragøtu. Vit giftust 20.12 1941 inn til Biritu og Jákup, og har blivu vit [...] tí tað var bara ein song til at taka. Tann songin er forrestin til enn. Poul og Anna Malena, foreldrini hjá Jákupi, fóru so at tosa um, hvat ið tey skuldu gera. Tey komu til, at um báðir kundu sova í [...] tí farin til skips við “Onnu”, har pápabeiggin, Absalon á Skála, var reiðari. Theodor Poulsen av Toftum var skipari. Men Poul Anthon stakk upp aftur at bløða stutt eftir, at teir vóru komnir til Íslands
1955 flutt Henzar og Edith til Vágs. Hentzar sigldi við Vágsskipum hjá Garðamonnunum og Edith fór at arbeiða í fiski hjá sama reiðaríði. Henzar sigldi hjá Garðamonnunum líka til hann legðist uppá land fyrst [...] hevur búð longri helvtina av ævi síni í Vági, so hevur hann tann dag í dag ein heilt serligan alsk til føðibygd sína Sandvík. Hentzar varð borin í heim í Sandvík 17 juni 1914, hann er sonur Jákup og Henriettu [...] hansara arbeiðspláss meginpartin av hansara arbeiðslívi. Hann var eisini ein av teimum mongu íð vóru til lands í Íslandi og arbeiddu í Føroyingahavnini. Meðan hann enn búði í Sandvík tókst hann við útróður
tí eisini er, at hann kann gera ymiskt annað, sum hann hevur hug til. Ofta hevur Egga verið onkran túrin til skips, um væl hevur viljað til. Annars dámar honum avbera væl at fáast við ymiskt fyrifallandi [...] Hotellið er bert opið eftir avtalu vetrarhálvuna. Frá mai til 1. september er tað tó alment opið. So summarfrítíðin hjá familjuni, hon er sum best ber til. ? Vit halda summarfrítíðina, tá tað passar best. Onkuntíð [...] dámar honum væl. Ymisk tiltøk Hotellið á Viðareiði er sum sagt bert opið frá mai til september. Men tað er ikki nóg mikið til raksturin av hotellinum, so Egga plagar at skipa fyri tiltøkum av ymiskum sløgum
farin til skips og tí kundi hjálpa til við húsarhaldinum. Tá mamma var 15 ára gomul fór hon til Havnar í húspláss hjá Dia á Bø, hann var skyldur við mammu hennara. Tvey ár seinri fór hon suður til Vágs [...] stundir til okkara, var altíð har við onkrum góðum, tá vit komu úr skúla. Hon fortaldi søgur og hon sang fyri okkum. Leygarkvøldini, tá vit sótu reinskúraði í køkini, og mamma rørdi deiggið til sunnuda [...] norður í Dal ella á Lopranseiðið, tey spentu seg út og hugnaðu sær saman til konsertir kring oyggjarnar, og tey høvdu minniríkar ferðir til Noregs og Danmarkar saman. Pabba doyði fyri fáum árum síðan, og mestsum
giftust inn á Gørðum hjá ommu Svenning; abbin var tá deyður. Her kann til stuttleikar nevnast, at Mina, systir Herborg, eisini giftist til Kaldbaks við Hans Peturi Nólsøe, bónda á Torvlaðnum (1916 - 1988) [...] Svenning var til arbeiðis tók hon sær av kríatúrunum, mjólkaði neytunum, og um summarið var nóg mikið at takast við í hoyna. Herborg hevur altíð bundið sera nógv og selt til ymiskar handlar og til onnur, ið [...] hon læt selja til Heimavirkið. Í nøkur ár vaskaði hon eisini skúlan og tendraði fyri hitanum um morgnarnar. Svenning hevur tikist við nógv ymiskt ígjøgnum árini. Hann hevði hug at fara til sjós, men av
Tøðuni í Vági. Tá ið realskúlin var farin afturum, gekk hon eitt skifti við posti. 22. februar 1958 giftist hon við Ellingsgaard Hansen úr Sørvági, og tey búsettust á Brekkubø. Børnini fingu tey 4: Palla, [...] tilhaldi, tá ið tiltøk av ymiskum slagi vóru í Vági. Mangir eru teir tónleikarar - frá Kristiani Blak til Holger Lauman - sum hava sitið væl á Brekkubø! Og hvør minnist ikki reyðu tjaldleguna við Ryskivatn [...] onkran av teimum góðu, gomlu sjelarunum. Eg og míni fara at ynskja Hergerð, stórusystir, hjartaliga til lukku við føðingardegnum, nú hon fer um tey sjeyti, sum ein av yngstu pensionistunum í landinum! Lítli
hevur stóran tokka til fuglin og fuglalívið, og nógvu tey seinnu árini hevur hann verið í Mykinesi og fleygað lunda. Hann er ein av álitismonnunum hjá kommununi, tá ið grind verður hildin til í høvuðsstaðnum [...] gott eyga fyri kundarøktini, at sannføra lokalpolitikararnar um týdningin av støðugt at játta pengar til viðlíkahald og alla tíðina at arbeiða við hugskotum um nýggj tiltøk í høllini. Tá ið gamli svimjihylurin [...] svimja, og Heri var millum teirra, sum gjørdu nógv við svimjingina. Frá fyrst í seksti árunum og fram til miðskeiðis í sjeyti árunum vann hann FM heitini í frísvimjing, og Heri var partur av tiltikna liðnum
Hann hevur altíð havt sera stóran áhuga fyri bilum, og har var einki ivamál um, hvat hann skuldi læra til. Hann byrjaði at arbeiða hjá Reyni Service í Rættará í 1974, sum 17 ára gamal. Hann byrjaði á eyka [...] mekanisku og tøkniligu menningini av bilunum hesi seinastu 30 árini. Heri hevur serlig evnir at leggja til merkist og at minnast. Hann minnist næstan hvønn einstakan bil langt aftur í tíðina. Hann kennir eisini [...] Andreassen, fekst við. Leivur hevði smiðju og var tiltikin góður handverkari. Pápi Hera, Petur, giftist upp aftur við Elin Carlsson, f. Christiansen, í Havn. Tey fingu børnini Jan og Fíu, ið sostatt eru
Heri sum tænastumaður, og í 1987 gjørdist hann stjóri á Føroya Gjaldstovu og var har til 1. november 1991. Heri giftist við Maritu Pálsdóttir Hansen, úr Gøtu, í 1950. Tey eiga 5 børn: Sigrún, Biritu, Tordis [...] abbabørn og 4 langommu- og langabbabørn. Heri hevur havt stóran áhuga fyri Havnar Bóltfelag. Hann var við til at endurstovna HB-stuðlar og sat har sum kassameistari í nógv ár. Í HB-stuðlum er hann gjørdur heiðurlimur