Heri er føddur og uppvaksin í Havn. Hann hevur altíð havt sera stóran áhuga fyri bilum, og har var einki ivamál um, hvat hann skuldi læra til. Hann byrjaði at arbeiða hjá Reyni Service í Rættará í 1974, sum 17 ára gamal. Hann byrjaði á eykalutagoymsluni, og níggju mánaðir seinni fór hann í læru sum bilmekanikari á verkstaðnum.
Eivind av Reyni hevði tá yvirtikið bilasøluna eftir pápan, Sigird av Reyni, sum stovnaði fyritøkuna í 1947 og framvegis var virkin og arbeiddi har.
Heri hevur arbeitt hjá Reyni Service øll árini síðan, har hann hevur kunnað hildið bæði 25 og 30 ára starvsdagar. Hann hevur stóran áhuga fyri sínum starvi og er dugnaligur og nærlagdur. Hann hevur eisini fylgt væl við í mekanisku og tøkniligu menningini av bilunum hesi seinastu 30 árini.
Heri hevur serlig evnir at leggja til merkist og at minnast. Hann minnist næstan hvønn einstakan bil langt aftur í tíðina. Hann kennir eisini nógv fólk. Hann hevur gott handalag og er sera hjálpsamur, tá ið ræður um biltrupulleikar, bæði hjá næstringum og hjá fólki, sum kenna hann frá verkstaðnum.
Heri er sonur Herborg, f. Andreassen, og Petur Guttesen, bæði úr Havn. Mamman doyði í 1965, tá Heri var 8 ára gamal, og hann kom at vaksa upp hjá ommu síni við Hoydalsvegin. Hann var eisini nógv í Ullvøruhúsinum og fylgdi væl við í tí sum mammubeiggin, Leivur Andreassen, fekst við. Leivur hevði smiðju og var tiltikin góður handverkari.
Pápi Hera, Petur, giftist upp aftur við Elin Carlsson, f. Christiansen, í Havn. Tey fingu børnini Jan og Fíu, ið sostatt eru hálvsystkin hjá Hera. Jan er giftur við Báru úr Fuglafirði, tey eiga tvey børn og búgva í Keypmannahavn, og Fía býr í Havn.
Sum tey flestu á Tinghúsvegnum, har pápi Hera vaks upp, eru tey í Guttesen familjuni kend sum íðin 36-viðhaldsfólk, og Heri er einki undantak í so máta. Feðgarnir eru mest sum altíð at síggja til dystir hjá árstalsfelagnum.
Hóast Hera dámar væl bilar, dámar honum eisini væl at ganga, og sæst hann ofta ganga langar gongutúrar í býnum.
Heri er giftur við Elisabeth, f. Øregaard úr Fuglafirði. Tey eiga tríggjar døtur: Herborg, Karolina og Hanna, sum allar búgva í høvuðsstaðnum. Herborg er gift við Súna Haraldsen í Hoyvík.
Heri verður burturstaddur føðingardagin.