Svenning er føddur í Havn 8. juli 1918, sonur Jettu, f. Jacobsen, úr Kaldbak (1895 - 1931) og Jacob Danielsen, eisini nevndur G, úr Havn (1887 - 1945). Børn teirra eru: Arne (1913), Ingeborg (1914), Hans (1915), Ancher (1916), Svenning (1918), Agnes (1920), Sørin (1922), Mary (Maja) (1923), Josta (1928) og Asta (1930). Harafturat eigur Svenning 3 hálvsystkin: Hendrik (1909), Álvur (1934) og Jógvan Elis (1938).
Herborg er fødd 20. juli 1926 á Hvítanesi, dóttir Jógvan (1886 - 1934) og Poulinu Nybo, f. Johannesen, av Sandi (1886 -1969). Børn teirra eru: Herdis (1911), Tróndur (1913), Jens (1915), Mina (1917), Áge (1920, doyði bert fáa mánaðir gamal), Áge (1923) og Herborg (1926).
Jógvan, ið var ein av fyrstu niðursetumonnunum á Hvítanesi, fórst við Nólsoynni, tá Herborg var 7 ára gomul.
Svenning flutti sum lítil smádrongur til Kaldbaks at búgva og vuksu hann og bróðurin Ancher upp hjá ommuni og abbanum á Gørðum (foreldrunum hjá mammu teirra), ið vóru Inga, f. Dam av Oyrareingum og Peter Andreas (Pedda) Jacobsen, ið var úr Kaldbak. Ancher, ið var sjómaður, doyði av sjúku í 1939, bert 23 ára gamal.
Herborg kom til Kaldbaks sum 15 ára gomul í 1941 sum hoygenta hjá Bernhardi og Hansinu Jacobsen, á Bø. Her hittust hon og Svenning, og blivu tey vígd í Kaldbaks kirkju tann 25. novembur 1945. Tey giftust inn á Gørðum hjá ommu Svenning; abbin var tá deyður.
Her kann til stuttleikar nevnast, at Mina, systir Herborg, eisini giftist til Kaldbaks við Hans Peturi Nólsøe, bónda á Torvlaðnum (1916 - 1988). Mina andaðist í 2004 87 ára gomul.
Herborg og Svenning fingu 2 døtur, ið báðar eru giftar og búsitandi í Kaldbak: Inger (1953), gift við Jóhan Jacobsen av Húsum, og Jonna (1955), gift við Jóanesi Petersen úr Svínoy. Tey eiga 5 ommu- og abbabørn: Svanhild (1975), Jana (1978), Herborg (1978), Niels Pauli (1981) og Herdis (1982). Ein ommu- og abbasonur, Svenning Emil, doyði í 1986 bert 5 ára gamal. Langommu- og -abbabørnini eru 4 í tali: Sólgerð (1994), Vagnur (1996), Elias (2004) og Fríði (2004).
Eftir at Herborg og Svenning vóru gift arbeiddi Herborg heima. Í meðan Svenning var til arbeiðis tók hon sær av kríatúrunum, mjólkaði neytunum, og um summarið var nóg mikið at takast við í hoyna.
Herborg hevur altíð bundið sera nógv og selt til ymiskar handlar og til onnur, ið heittu á hana. Sum bert 7 ára gomul bant hon eina troyggju, ið hon læt selja til Heimavirkið. Í nøkur ár vaskaði hon eisini skúlan og tendraði fyri hitanum um morgnarnar.
Svenning hevur tikist við nógv ymiskt ígjøgnum árini. Hann hevði hug at fara til sjós, men av tí at omman og abbin vóru komin upp í árini, vildi hann ikki fara. Sum ungur arbeiddi hann nógv hjá bóndrum í Kaldbak, har hann tókst við alt fyrifallandi arbeiði,og hevur hann velt nógv av jørðini í bygdini. Eisini arbeiddi hann av og á hjá kommununi, har hann fekst við at gera vegir, veitir, brýr og ymiskt annað.
Í 1950 fór Svenning at arbeiða hjá Vilmundi Poulsen í Havn, har hann laðaði garðar o.a. Í 1956 byrjaði hann at arbeiða hjá SEV, tá farið varð undir arbeiðið við at leggja el-linjur yvir til Kaldbaks, í sambandi við at bygdin fekk streymveiting í septembur 1957. Í 1959 var Svenning, saman við øðrum kaldbaksmonnum, við til at byggja húsið í Mjørkadali.
Í 1972 varð farið undir at byggja elverkið hjá SEV á Sundi og var Svenning eisini við í hesum arbeiði. Tá einki annað var at gera arbeiddi hann hjá bóndrunum.
Eisini fingust Herborg og Svenning nógv við kríatúr. Tey høvdu neyt, seyð, gæs, dunnur og høsn. Tey síðstu neytini blivu seld í 1973.
Herborg og Svenning eru bæði trúgvandi og hava gingið nógv í kirkju og á møti hjá Heimamissiónini, har Svenning eisini hevur havt orðið onkuntíð. Í umleið 30 ár var Svenning gravari og avloysti eisini sum klokkari í Kaldbaks kirkju.
Leggjast kann eisini afturat, at Svenning er ein sera søgufróður maður. Nógv áhugavert og søguligt er, ið hann hevur vitað frá at siga.
Síðani 2000 hevur Svenning búð á Lágargarði, har dagurin verður hildin seinnapartin saman við hansara nærmastu.