Tey fyrstu árini var hann í svimjihylinum í Gundadali, og síðani svimjihøllin í Gundadali varð tikin í nýtslu í 1982, hevur hann verið har. Í 1985 varð Heri settur í leiðarastarvið, sum varð leyst, eftir at Ivan Carlsen var deyður.
Svimjihøllin í Gundadali er eitt av populerastu og mest vitjaðu støðunum í høvuðsstaðnum og tað av fólki í øllum aldursbólkum úr bý og av bygd. Hóast høllin er meiri enn tjúgu ára gomul, so kennist hon framvegis nýggj og innbjóðandi. Starvsfólkini eru samvitskufull, blíð og fyrikomandi, og tað hevur eydnast leiðaranum, sum gongur upp í sítt arbeiði við lív og sál, og sum hevur gott eyga fyri kundarøktini, at sannføra lokalpolitikararnar um týdningin av støðugt at játta pengar til viðlíkahald og alla tíðina at arbeiða við hugskotum um nýggj tiltøk í høllini.
Tá ið gamli svimjihylurin varð tikin í brúk í 1959, var tað skjótt, at Heri og aðrir havnardreingir lærdu at svimja, og Heri var millum teirra, sum gjørdu nógv við svimjingina. Frá fyrst í seksti árunum og fram til miðskeiðis í sjeyti árunum vann hann FM heitini í frísvimjing, og Heri var partur av tiltikna liðnum hjá Havnar Svimjifelag, sum í 1964 stóð seg so væl í kapping við danir, bæði í Gundadali og í Danmark. Heri hevur verið formaður í Havnar Svimjifelag, sum fyri nøkrum árum síðani gjørdi hann til heiðurslim.
Heri er Lava maður. Foreldrini vóru Hanna, sum var ættað úr Nesinum í Vági, og Palli á Lava. Heri er uppvaksin á Ingutrøð, og tá ið hann bæði er Lava maður og uppvaksin á Ingutrøð, so ber tað ikki annað til, enn at fótbóltsfelagið hjá honum altíð hevur verið og er B36.
Hera dámar væl at takast uttandura. Hann er traðarmaður í Havnardali, har hann hevur seyð og gæs. Hann er ofta gongutúrar, hann hevur stóran tokka til fuglin og fuglalívið, og nógvu tey seinnu árini hevur hann verið í Mykinesi og fleygað lunda. Hann er ein av álitismonnunum hjá kommununi, tá ið grind verður hildin til í høvuðsstaðnum.
Í 1968 giftist Heri við Almu, sum er ættað úr Túni á Toftum. Tey búgva í Krosslíð, og tey eiga fimm børn, sum øll búgva í Havnini: Jóhanna, Marni, Andrias, Høgni og Hanus.
Upprunaliga lærdi Heri, sum er føddur 1. oktober í 1945, til blikksmið hjá Demich. Óli Debess og Jóhannes Mikkelsen, Lill, sum búðu í grannalagnum og eru svágrar, høvdu stovnað fyritøkuna í 1959. Heri varð avlærdur í 1964. So arbeiddi hann eitt ár hjá Wenzili Petersen, sum var við til at byggja hospitalið. Síðani var hann í sjey ár hjá Esso, har bæði pápin og abbin, Palli á Lava og Dia á Lava, høvdu tænt alt sítt virkna lív. Dia arbeiddi hjá Valdemari Lützen, sum tá hevði oljuna, í 63 ár, og Palli var hjá Valdemari Lützen og Esso í eini 55 ár. So drúgvur var Heri ikki í Esso. Men nú hevur hann verið tredivu ár í svimjihylinum og svimjihøllini.