Foreldur hennara vóru Jóan Petur Mortensen og Hansina f. Hansen úr Tórshavn. Tey búðu í Mýruni í Øravík, og har vaks mamma upp.
Mamma var tann sjeynda av tíggju systkjum, og var bert 8 ára gomul, tá pápi hennara doyði.
Tað var tungt hjá ommuni at syrga fyri hesum stóra barnaflokki, men var tað ein stór hjálp at tann elsti sonur hennara var farin til skips og tí kundi hjálpa til við húsarhaldinum. Tá mamma var 15 ára gomul fór hon til Havnar í húspláss hjá Dia á Bø, hann var skyldur við mammu hennara. Tvey ár seinri fór hon suður til Vágs og var í húsplássi har. Her lærdi hon pabba at kenna, Torkil Strøm, sonur Mariu og Petur Strøm, ið búðu við Løðhamar. Tey giftist í Vágs kirkju 18. februar í 1937.
Vit vóru nógv í húsi - nógv stríð og strev, men altíð var mamma ljós í sinni, og tí var eisini lætt og ljóst inni. Hentleikar vóru ongir av tí slagnum, sum í dag gera alt arbeiði lættari. Men mamma hevði altíð stundir til okkara, var altíð har við onkrum góðum, tá vit komu úr skúla. Hon fortaldi søgur og hon sang fyri okkum. Leygarkvøldini, tá vit sótu reinskúraði í køkini, og mamma rørdi deiggið til sunnudagskakurnar, tá bóðu vit: mamma syng. Hon dugdi eitt ótal av vísum, ein meira syrgilig enn onnur, og tárini trillaðu hjá okkum børnum. Jú tað var dejligt.
Hon var hjartað og pulsurin í barnaheimi okkara. Seinni tá øll ommubørnini og langommubørnini komu, hava tey øll fingið teirra rúm í breiða fangi hennara.
Guðstrúgvin og gleðin yvir allar lívsins gávur vóru teir tættirnir, sum lívstráður mammu og pabba var vovin av. Við hesum fylgdi eisini tað góða humørið, sum altíð lá ovast. Ótaldar eru løturnar, tá láturin rungaði í okkara heimi yvir allar tær stuttligu søgurnar, ið vóru havdar á lofti. Mong vóru tí eisini tey, sum javnan stukku inn á gólvið, tí tað var hugnaligt og lívgevandi.
Mamma var saman við pabba nógv ár í kirkjukórinum ”Ljómur”. Her vóru tey við í einum ríkum samfelagi við Edith Dahl á odda. Her var eisini nógv skemt og látur. Tey spældu sær á útfluktum norður í Dal ella á Lopranseiðið, tey spentu seg út og hugnaðu sær saman til konsertir kring oyggjarnar, og tey høvdu minniríkar ferðir til Noregs og Danmarkar saman.
Pabba doyði fyri fáum árum síðan, og mestsum síðan tá hevur mamma búð á eldrasambýlinum í Vági. Har hevur hon tað gott og fær góða umsorgan. Tað eru vit sera takksom fyri.
Vit ynskja mammu hjartaliga tillukku við føðingardegnum og takka henni fyri alt hon hevur givið okkum og øllum okkara.
Børnini