Hentzar Joensen 90

Tórsdagin 17 juni fyllir ein vælkendur vágbingur 90.

Og dog, vágbingur er kanska í so nógv sagt, tí hóast hann hevur búð longri helvtina av ævi síni í Vági, so hevur hann tann dag í dag ein heilt serligan alsk til føðibygd sína Sandvík.

Hentzar varð borin í heim í Sandvík 17 juni 1914, hann er sonur Jákup og Henriettu Joensen í Garðinum í Sandvík. Hann varð næstelstur av 9 systkum, hvarav 4 eru á lívi enn.

Sum so mangir aðrir unglingar, fór Hentzar á skipsdekk sum nýfermdur. Fyrsti túrurin var við Klaksvíksskonnartini Ernestinu, og sjógvurin bleiv hansara arbeiðspláss meginpartin av hansara arbeiðslívi. Hann var eisini ein av teimum mongu íð vóru til lands í Íslandi og arbeiddu í Føroyingahavnini. Meðan hann enn búði í Sandvík tókst hann við útróður saman við bygdarmonnum, ið høvdu útróðrarbátin Torgrím eitt skifti.

Eisini hevur hann roynt seg innan lærarayrki, hetta varð meðan Sandvík lá í læraraloysi, og heitt var á hann um at átaka sær hetta starv í eitt styttri tíðarskeið.

Hann tók skiparaprógv í 1936. Árið eftir í 1937 giftist hann Edith, fødd Mørk. Tey fingu 5 børn. Edith var honum ein so sera góð kona, lívsfrísk, glað og røsk. Hon andaðist brádliga í 1987 og saknurin varð sera svárur hjá Henzari

Í 1955 flutt Henzar og Edith til Vágs. Hentzar sigldi við Vágsskipum hjá Garðamonnunum og Edith fór at arbeiða í fiski hjá sama reiðaríði. Henzar sigldi hjá Garðamonnunum líka til hann legðist uppá land fyrst í 70-árunum. Eftir hetta tókst hann serliga við fiskaarbeiði og var harafturat nevndarlimur í Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í nógv ár. Tað er ongin loyna at Hentzar er javnaðarmaður um ein háls, hansara samhugi er hjá verkafólkinum, og hann legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið tingini skuldu sigast, men hóast av lindi eitt sindur snarsintur, so rennur
tað líka skjótt av aftur.

Føðingardagurin verður hildin í húsunum hjá Elithu og Massi saman við familjuni, men um onkur hevur hug at heilsa uppá Henzar, eru tey vælkomin ímillum 14 og 17.

Við hesum fáu orðum vilja vit ynskja tær hjartaliga tilukku á 90 ára degnum, og samstundis takka tær fyri alt tað ið tú hevur verið fyri okkum, og at Harrin skal vælsigna tíðina ið eftir er.
Børnini