Hensia: Minnist eisini menn av »Lauru« og »Nólsoy«

Í 1932 gingu »Laura« og »Immanuel« burtur við tilsamans 38 monnum, og í 1934 vóru tað »Nólsoy« og »Neptun« við 43 monnum. Hensia minnist menn bæði frá »Lauru« og »Nólsoy«.
Men fyrst nakað um jørð og kríatúr

4. partur

Tá ið fyrsta kúgvin kom
Tá ið eg var barn var ikki ein kleyv í húsinum. Pápi var elstur av beiggjunum. Malla og Elsa vóru eldri og Poulina, Gigga, Grækaris og Mia vóru yngri. Hann og pápin veltu tað mesta av gerðinum upp úr nýggjum.
Tá ið avtornaði fekk pápi ikki tann dyrkaða partin av gerðinum.
Men hetta forðaði ikki honum. Hann fór at velta burtur úr nýggjum tað, sum eftir var av gerðinum. Eg haldi kortini, at pápi fekk tveir teigar av gerðinum hjá ommu.
Eg minnist sum í gjár, tá ið hann kom oman av Rossaryggi við eini reyðari kúgv. Nú hevði hann velt so nógv, at hetta kundi lata seg gera. Hetta var ein stórur dagur.
Pápi og pápabeiggi bygdu so eitt deiligt hoyggjhús inni í gerðinum, so tað gjørdist so lætt at koyra hoyggið inn.
Pápi plagdi at skera torv hjá pápa­systrunum, Elin Mariu og Elin Katrinu, sum vóru gamlar gentur. Tær fingu síðani torvið til høldar.
Pápi tók Elin Mariu inn til okkara, tá ið hon ikki orkaði meira. Tá var Elin Katrina langt síðani deyð. Hann smíðaði ein kvist í hús­inum, har Elin Maria kundi búgva, og mamma passaði hana.
Vit fingu jørðina, sum Elin Maria abbasystir átti. Tað vóru fýra gyllin. Pápi helt, at tað var synd, at beiggin einki fekk burturav, so hann gav honum ein gyllin.
Eg minnist Elin Mariu sum eitt vælsignað menniskja. Tá eg gekk við Ingrid, okkara sætta barni, droymdi eg hana so ofta, og tað gjørdi eg aftur, tá ið eg gekk við Elin tvey ár seinni. Hon varð doypt Elin Maria eftir abbasystir. Síðan tá havi eg ikki droymt hana aftur.

Kvaldist av ballón
Eina ferð hendi ein heilt serlig van­lukka, sum var so syrgilig, sum tað kundi hugsast.
Ingibjørg, dóttir Grækaris upp í Trøð í Kvívík, var komin til Hval­víkar at hjálpa omm­uni, Súsonnu í niðaru Geil, í handli­num. Skíris­morgun fór hon við nøkrum vin­kon­um ein túr út á Neyst. Tær høvdu við sær ballónir, sum tær stutt­leik­aðu sær at blása í.
Hetta var heldur ikki óvanligt. Men hvat var og ikki. Ingibjørg fekk ballónina í rangastrúpan, og hon kvaldist, bert 12 ára gomul.
Tað fyrsta mamma varnast hesa hending, var, at hon sá Jóhannes Láadal koma við eini trillubøru, og tað sær út, sum at eitt menniskja liggur í trillubørini. Tá er tað Jó­hann­es, sum kemur heim við ta deyðu Ingi­bjørg. Hon kom tískil aftur til Kví­víkar í kistu.

Aftur vanlukka í 1932
Í 1932 hendi aftur ein vanlukka á sjó­num, sum rakti Streymnes meint. Hetta var tá ið “Laura” og “Im­manuel” gingu burtur. Tað vóru trígg­ir menn úr Streymnesi við “Lauru”.
Kristina og Zakaris uppi í Garði mistu tveir synir við “Lauru”, Tumm­as, 27 ára gamal, og Viggo, 16 ára gamal. So løgin kann lagnan vera. Teir báðir vórðu bjarg­aðir, tá ið “Queen Victoria” fór á land undir Íslandi í 1931, og so skuldu teir sjó­látast bert eitt ár seinni.
Tummas var giftur við eini gentu úr Vestmanna, sum æt Alma. Tey áttu ein son, Suni. Ein beiggi, Hans Jacob, uppkallaði tveir synir eftir teimum deyðu beiggjunum. So løgið var aftur nú. Tummas gekk burtur við danska farmaskipinum “Honnu S” í 1960 á somu leiðum, sum “Hans Hedtoft” var horvin eitt ár frammanundan. Tummas var sera væl umtóktur kokkur um­borð.

Altarljósið sloknaði fyri Viggo
Brøðurnir gingu til altars sum tey flestu onnur. Teir høvdu eisini verið til altars, beint áðrenn teir fóru av­stað við “Lauru”.
Viggo segði fyri mammu sína, tá ið hann hendan sunnudagin kom aftur úr kirkju: “Mamma, eg fari at doyggja.” “Hví sigur tú tað?” spurdi mamman. “Jú, tí har, sum eg lá á knæ fyri altarinum, sloknaði altarsljósið”. Hann ivaðist ikki í, at tað var fyri sær, at hetta hendi. Soleiðis kom tað eisini at ganga.
Annars var tað als ikki ætlanin, at hesir báðir brøðurnir skuldu fara við “Lauru” henda túrin.
Hendrik Egholm, sonur Janus Egholm, og hálvbeiggi Miu, um­rødd í seinasta parti, skuldi vera besti­maður við “Lauru”. Hann var svágur skiparan, Jens í Toftum í Vági. Men Hendrik hevði fingið skiparakjans við skipi úr Havn og gav tí avboð við “Lauru”. Tí er tað, at Tummas fer við sum bestimaður við “Lauru”. Hann tekur beiggja sín Viggo við. Hetta dámdi ikki mammuni, tí hann var so ungur. Helst hevur hon eisini havt í huganum, at Viggo mundi gingið burtur árið fyri. Hon bað hann ikki fara, men til fánýtis.
Av eini hvørji orsøk fór Henrik als ikki við skipinum, har hann skuldi vera skipari. Hann fór í staðin við “Buttercup” sum bestimaður. Hendrik hevði við sær eitt radio, sum hann beint hevði keypt.
Teir á “Buttercup” sóu “Lauru”, tá ið hon fór at sigla heim. Teir hoyrdu tá veðurvánirnar, sum søgdu frá hesum ræðuliga illveðrinum, sum var væntandi. Teir fóru beinanvegin at sigla aftaná “Lauru” at siga teimum frá, men teir fingu hana ikki aftur.
Umframt Viggo og Tummas var úr Streymnesi ein maður, sum æt Andrass Hansen og var 34 ára gamal. Hann búði fast í húsini hjá Zakaris og Kristinu, foreldrini hjá teimum báðum brøðrunum, sum fórust.
Andrass var sonur jarðar­móð­urina á Eiði, Elin. Hann var giftur til Streymnesar við Suffíu Sørensen, Vanliga kallað Fía. Tey áttu fimm børn.
So kom pápi heim við “Eystur­oynni” aftaná, at “Laura” var sakn­að. Vit samlaðust inni hjá okkum og tos­aðu um, at pápi hevði sæð “Lauru” dagin fyri, at teir fóru at sigla heim. Fía kom inn til okkara og segði við pápa: “Sig mær sannheit, um tú hevur sæð teir ella ikki.” Tað kundi hann bert váttað, og hetta kveikti eina lítla vón hjá hesi neyðars konu.
Tað var bíðað og bíðað. Men pápi ivaðist ikki í, at teir vóru ging­nir burtur, so ringt veðrið var hesa náttina.
Fía hevði eina gamla mammu, Jóhonnu Sofíu, og ein mammu­beiggja, Jóan Paula, inni. Tað var ein hjálp hjá henni í tí. Fía giftist ikki aftur.
Tann yngsti sonurin var doypt­ur Andrass Sofus eftir báðum for­eldrunum. Í fyrsta umfari var hann kallaður Sofus, men tá ið tað varð greitt, at pápin ikki kom aftur, fór mamman at kalla hann Andrass. Hetta kom hann eisini at kallast millum manna.

Aftur vanlukka: “Nólsoy” og “Neptun”
Í 1934 hendi aftur ein stór vanlukku, tá ið “Nólsoyggin” og “Neptun” gingu burtur. Við “Nólsoy” vóru fleiri hósvíkingar við. Eg minnist teir allar. Fleiri teirra plagdu at koma til Hvalvíkar at halda møtir á missiónsvikum. Tá komu teir brøð­urnir Magnus Pauli, Hans David og Vilhelm, sum vóru sera ídnir at bera boðskapin fram. Eg síggi teir enn fyri mær, so væl teir dugdu hetta.
Mamma teir tríggjar, Elin, misti umframt hesar tríggjar synirnar, tveir versynir og tveir ommusynir. Frammanundan hevði hon mist mannin og ein son. So hart var lívið tá hjá mongum.
Annars var Hvalvík og Streym­nes sum ein bygd. Kirkja og skúli vóru felags í Hvalvík. Tað var ikki nógv av missiónsfólki í Streymnesi, tey vóru nøkur fá hús. Millum tey vóru omma mín Elsa Maria og dótt­ir hennara Gigga, og tey hjá okkum. Umframt vóru eisini Per og Jetta.
Per var beiggi Miu, sum fór til Vágs, sum umrøtt í seinasta parti. Hann var forlovaður í Hvalvík við Onnu Sofíu í Niðaru Geil. Ein túr hann kom av skipi, fekk hann at vita, at Anna Sofía var deyð.
Tá segði hann, at hetta hevði hann fornemilsi av. Hann hevði fing­ið eitt ánilsi um, at okkurt var hent, og hann væntaði hesi deyðs­boðini.
Hann fær seinni gentu av Slætta­nesi, Jetta. Tey giftust og fingu eina dóttir, sum fekk navnið Anna Sofía. Hon giftist i Saksun við Jákup Hansen. Hon gjørdist seinna kona hans­ara.

Rutan til Havnar
Fyrst eg minnist, var bara ruta norð­ur til okkara týsdag og fríggja­dag. Tað vóru skipini hjá mjólkar­forsýningini, sum sigldu. Lagt varð at í Hvalvík. Seinni byrjaði rutan at koma tvær ferðir leygardag. Tá varð tosað um, hvussu hent tað var at kunna sleppa til Havnar leyg­armorgun og so heim aftur um kvøldið!
Í Hvalvík var eitt “mjólkarhús”, har mjólkin bleiv vigað og stoytt í mjólkarbiði, sum vórðu skipað umborð í bátin. Hetta hús var eitt slag av terminali.
Tað kundi ongantíð sigast við vissu, nær báturin kom. Tí kom fólk ofta í góðari tíð og kundu bíða í mjólkarhúsinum. Tað kundi vera leingi at sita og bíða eftir bátinum. Men prátið gekk lystiliga, meðan bíðað varð. Tíðin fall tí ikki so long.
At fáa mjólkina avstað var eitt knoss hjá mongum. Mamma plagdi at fara til Hvalvíkar við mjólkarbiði við 15 litrum í at senda til Havnar. Tað var ein fittligur teinur at ganga við slíkari byrðu.
Teir bátar, sum sigldu norður til okkara, vóru “Streymur”, har Kristian Martin Rubeksen var skipari, og “Tróndur” við Rubekki, beiggja hansara, sum skipara.
Rubekk kundi gerast eitt sindur ótolin, um fólk ikki komu við mjólk­ini til tíðina, tá ið siglast skuldi. Tá kundi onkur glósa vera á lofti. Tað var ikki tað stóra, sum fekst fyri mjólkina. Eg haldi tað var 15 oyru liturin.
Drúgv ferð til Havnar
Tíðin at sita umborð, hon kundi vera drúgv. Báturin kundi vera um 11-12 tíðina norðuri á Hvalvík. Har fóru vit umborð. So fór hann yvir á Oyri, so á Kollafjørð, so yvir á Toftir og heilt inn á Skipanes og tástani um Kaldbak til Havnar. Alla staðni skuldi vøra í land og mjólk umborð. Tað var ofta myrkt á kvøldi, tá ið komið var til Havnar.
Maður fastur mína, Elsu, Óli Rubeksen, sigldi við “Tróndi” sum motorpassari. Tað var so gott fyri okkum, tí tað bar til at heita á hann, um okkurt var, sum tørvur var á.
Tað var Óli, sum byrjaði reinsa­ríið Ruba. Døturnar Olga og Maria tóku ímóti klæðum niðri undir. Tá ið eg fylti 90 ár fyri tveimum árum síðani, var Maria fyrsti gestur, ið kom. Tað var ikki ein mánaði, so var hon deyð.
Effie Campbell er dóttir Mariu. Tað vóru hugalig tíðindi sum hoyrd­ust um dagarnar, at Effie var blivin gift í tilkomnum aldri!
Eli, beiggi teirra, hevði seinni eina tíð margarinfabrikkina Marga.

Spøking í Hvalvík
Í Hvalvík vóru nógv hús, sum vóru kallaðar stovur. Í Niðristovu søgdu tey, at tað skuldi spøkja.
Eitt kvøldið, tá eg var 16 ár, var eg farin til Hvalvíkar við Onnu Sofíu (Onnufíu). Tað var eitt sindur ill­fýsið. Vit fóru at kroka undir einum húsi, har Ólavur har Úti, búði.
So sigur hon: “Hygg upp í vind­eygað í Niðristovu.” Mín sann, har sóu vit eina gamla konu við høvda­turriklæði knýtt um seg. So tók hon ein stamp, sum tey høvdu fyrr í tíðini at drekka súpan úr. Vit sóu dampin koma upp úr stampinum, sum hon drakk.
Eina ferð verður hon liðug. Nú tekur konan sær eina kritpípu. Hon dunkaði og tømdi hana fyri øsku, koyrir tubbak í pípuna og festir í. Eg síggi roykin fara upp í loft.
So sigu eg við Onnufíu: “Hetta kann ikki vera Anna Katrina í Niðri­stovu!”
Vit vistu, at hon var og vitjaði beiggja sín Tummas Egholm. Vit fóru niðan at vita, um hon ikki var har. Á jú. Vit sóu hana sita við beinunum inni í bakaraovninum. So hetta má hava verið onkur frá eini aðrari verð.
Tað merkiliga var, at eg sá hetta bert, tá ið eg helt í Onnufíu.
Lærarin Jógvan við Ánna búði tá hjá okkum. Eg var líkbleik, tá ið eg kom heim, og hann spurdi, hvat ið bagdi. Eg fortaldi hetta. Hann fór at grína. Men tað skuldi hann ikki havt gjørt.
--------


Komandi partur
Í komandi parti greiðir Hensia meira frá tí dagliga lívinum í Streymnesi og Sundalagnum. Nú er eisini tíðan kom, at hon verður konfirmerað