Heri Mohr 80 ár

Leygardagin 19. mars fylti Heri Mohr í Havn 80 ár.

Heri er havnamaður, sonur Amaliu Mohr (f. Egholm) og Einar Mohr, telegrafist.

Heri vaks upp á Skansagarði úti á Reyni, men sum stórur smádrongur flutti hann við familiuni í nýggju húsini yviri við Strond - tað einasta húsið sum var har um leiður tá.

Undir krígnum bleiv húsið tikið av eingilsmonnmu, og búðu tey Undir Pisuvarða øll krígsárini.

Heri hevur arbeitt sum roknskaparmaður stóra partin av sínum lívi, hjá Thomas Dam, Wenzel Petersen, og Leif Waagstein. Í 1957 byrjar hann at arbeiða á Føroya Gjaldstovu sum roknskaparleiðari, seinni bleiv hann fulltrúi. Í 30 ár arbeiddi Heri sum tænastumaður, og í 1987 gjørdist hann stjóri á Føroya Gjaldstovu og var har til 1. november 1991.

Heri giftist við Maritu Pálsdóttir Hansen, úr Gøtu, í 1950. Tey eiga 5 børn: Sigrún, Biritu, Tordis, Maluna og Gunnar. Eisini eigur Heri dóttrina Lis. Marita og Heri eiga 15 ommu- og abbabørn og 4 langommu- og langabbabørn.

Heri hevur havt stóran áhuga fyri Havnar Bóltfelag. Hann var við til at endurstovna HB-stuðlar og sat har sum kassameistari í nógv ár. Í HB-stuðlum er hann gjørdur heiðurlimur fyri sítt stóra arbeiði har.