Hergerð Hansen í Vági 70 ár

Í dag, 24. novembur, verður Hergerð Hansen í Vági 70 ár.

Hóast hon ikki er nakar ársungi, so má sigast, at hon ber sín aldur væl.
 
Hergerð er elst av børnunum hjá Alfridu og Palla í Tøðuni í Vági. 
Tá ið realskúlin var farin afturum, gekk hon eitt skifti við posti.
22. februar 1958 giftist hon við Ellingsgaard Hansen úr Sørvági, og tey
búsettust á Brekkubø. Børnini fingu tey 4: Palla, Jakobinu, Allu og Jákup.
Meðan børnini vóru smá, var Hergerð heima. So stóð hon í handli í nøkur ár.
Síðan royndi hon seg m.a. sum heimahjálp og dagrøktarmomma.
Hesi seinru árini hevur hon bundið mangt eitt plaggið!
 
Tá ið okur vóru óvitar, var ein kona, sum náddi dustsins aldur,
ein gomul kona! Myrku klæðini og turriklæðið á høvdinum gjørdu sítt,
men liviháttur og verumáti... alt bar brá av ellisárum.
Soleiðis er ikki longur. Og takk og prís fyri tað! Hví skulu fólk
gevast at liva – um lív og heilsa annars eru hampilig - bara tí, at
dópsattestin sigur sjeyti?
 
Hjá Hergerð og Ellingsgaard var eitt slag av tilhaldi, tá ið tiltøk
av ymiskum slagi vóru í Vági. Mangir eru teir tónleikarar - frá
Kristiani Blak til Holger Lauman - sum hava sitið væl á Brekkubø!
Og hvør minnist ikki reyðu tjaldleguna við Ryskivatn, tá boð komu
sunnumorgun eftir kokki at gera sós. 
 
Sangur og tónleikur hava altíð havt sín týðandi leiklut í heiminum
hjá teimum. Tað er ikki av ongum, at Palli og Jakobina hava gjørt
vart við seg á føroyska tónleikapallinum.
Ellingsgaard, sum var heilsuveikur tey seinru árini, andaðist á sumri 2000.  
 
Føðingardagsbarnið dugir – við sínum unga sinni – at taka sær av
løttum, tá ið høvi býðst. Og tað kemur meira enn so fyri, at munnharputónarnir 
berast um Brekkubø, tá ið trivið verður í onkran av teimum góðu, gomlu sjelarunum.
 
Eg og míni fara at ynskja Hergerð, stórusystir, hjartaliga til lukku við føðingardegnum,
nú hon fer um tey sjeyti, sum ein av yngstu pensionistunum í landinum!                                                                                                                                                              
 
                                                                                                               Lítli beiggi