vælkendari støðu. Móti endanum av talvinum hevði hon hug at gera ein leik, sum, skuldi tað seinni vísa seg, hevði givið remis, men hon var niðurstemmað av panelinum, og úrslitið varð at heimsmeistarin, Kasparov [...] ivaleyst verður talan um nógv kend andlit, bæði í altjóða og í norðurlendskum høpi. Ikki bíligt At skipa fyri slíkum tiltakið er sjálvsagt alt annað enn bíligt, so í løtuni eru teir í talvsambandinum eisini
Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri almennum fyrilestri mikukvøldið 16. februar 2000 kl. 20.00 í Nóatúni 1. Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, heldur fyrilestur, ið hann kallar: [...] retorikkur í miðlunum kann flyta atkvøður ? og um so er: hvussu? Og hvussu skulu politikkararnir bera seg at. Er tað t. d. ein fyrimunur at hava sjónvarpstekki? Og fekk landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum
fundinum gjørdi Jóannes Eidesgaard heilt greitt, at tað kann henda, at javnaðarflokkurin fer at taka seg burturúr viðgerðini í fullveldismálinum. Hann staðfesti sostatt, at heldur samgongan fast við, at endamálið [...] vera, at Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum, so er javnaðarflokkurin ikki við meiri og fer at taka seg burturúr viðgerðini. ? Hinvegin hava vit gjørt líka greitt, at er málið við samráðingunum at finna [...] at málstrikuni. Tí hann vísti á, at bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í fullveldismálum, gjørdi seg til talsmann fyri eini breiðari semju, í hvussu so er úteftir. Men Jóannes Eidesgaard mátti ásanna
hitta hvørt ár, er nevniliga fíggingin. Hvørt tiltak, festivalur, er ein ætlan fyri seg og einki støðugt er at halda seg til. Byrjað verður á berum á hvørjum ári. Meting sigur, at umleið 1/5 partur verður [...] spent uppá at royna at spæla føroysku verkini. Tað er í dag Føroysk Tónaskøld og Norðurlandahúsið, ið skipa fyri. Byrja á berum Enn er einki fíggjarligt yvirlit yvir tiltakið í ár. Ein trupulleiki, sum fyrireikarar [...] ið hoyra inn undir Atlantsljóm, eru á samlaðu skránni hjá Summartónum. Eins og Summartónar leggja seg eftir Brahms í ár, so verður Brahms Requiem á skránni hjá Atlantsljómi. Í ár vitjar heimskendi dirigenturin
skipað fyri tiltøkum í hesum sambandi. Men nýggj fólk koma til alla tíðina, sum kenna seg einsamøll við breki sínum. Tí skipa vit leygardagin 26. februpar fyri einum evnisdegi um tinnaður øllum teimum, ið líða [...] mong menniskju eru so hart rakt av hesum breki, at tað ávirkar alla teirra tilveru. Ofta føla fólk seg ógvuliga einsamøll við hesum, tí ilt er at fáa onnur at skilja, hvussu trupult tað kann vera at hoyra
Har segði flokkurin seg taka undir við, at føroyingar sjálvir skulu hava evsta vald í landinum, og tí skuldi spurningurin longu tá verið avkláraður; men flokkurin hevur síðani førkað seg so mikið nógv, at [...] partarnir so grundleggjandi ósamdir um spurningin, at einhvør semja tykist ómøgulig. Tó so. Um ein hugsar seg um, og eftir besta førleika roynir at síggja málið við óheftum eygum, so er í veruleikanum ikki talan [...] um nakran semingsmøguleika; tí hvønn spurning skulu partarnir semjast um? Flestir føroyingar siga seg í dag taka undir við, at føroyingar fáa evsta valdið her á landi, og tí er tann fyrri spurningurin
hvussu teir á einfaldan hátt skulu bera seg umhvørvisliga rætt at. Undanfarnu landsstýrisfólkini við umhvørvismálum hava tíverri ikki gjørt stórvegis vart við seg í umhvørvishøpi seinastu árini ? kanska [...] donskum/norskum) Eingin umhvørvisligur heildarpolitikkur Meðan onnur lond, sum Føroyar vanliga samanbera seg við, leggja umhvørvispolitiskar ætlanir fyri komandi øld, hevur verið trupult at staðfest, hvønn u [...] n við umhvørvismálum ikki hevur nakað rættiligt umhvørvismálaráð við serkunnaðum fólki aftan fyri seg, er eyðsæð, at umhvørvisarbeiðið verður raðfest aftarlaga. Seinastu árini eru kollveltandi bygnaða
til einar 5 mill. kr. Hesi tøl hava einki við sannleikan at gera, tíverri. Einhvør, sum vil halda seg til sannleikan, kann fara á Partafelagsskrásetingina og síggja roknskapir hjá spf Nancy. Her sæst t [...] var í Danmark undir útbúgving. Ein partur av mínum arbeiði á Fiskirannsóknarstovuni hevur verið at skipa fyri ymiskum royndarfiskiskapi, eitt nú eftir búrfiski. Búrfiskaroyndirnar hava tíbetur eydnast væl [...] 18/2-2000 segði Jóhann Mortensen í Útvarpinum: ?Spurningurin at veiða tunfisk í føroyskum øki tók seg upp miðskeiðis í níti-árunum, tá Fiskirannsóknarstovan sendi Bjarta Thomsen á eina ráðstevnu á Asorunum
Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri almennum fyrilestri á Fiskirannsóknarstovuni mikukvøldið 1. mars 2000 kl. 20.00. Kári á Rógvi, cand.jur. LL.M., heldur fyrilestur, ið hann kallar [...] á eini advokatskrivstovu. Kári starvast nú sum skrivari hjá grundlógarnevndini. Fyrilesturin snýr seg um tvær ógvuliga týðandi lærur í galdandi stýrisskipanarlóg, parlamentarismuna og valdstríbýtið. Hesar
mentanarpolitiskari ætlan fyri skapandi og útinnandi list, ætlar landsstýrismaðurin í mentamálum at skipa Mentanargrunnin við lóg. ? Endamálið við ætlanini er, at tað skal bera til at gera eina virkisætlan [...] útinnandi list, at økja um møguleikarnar, sum longu nú eru, og at játta starvslønir. Tað hevur víst seg, at skipanin við starvslønum hevur havt stóran týdning fyri eitt nú yrkjarar og rithøvundar. Við øktu [...] dygdargóðum handritum, sum, nevndin metir, eiga at verða givin út, men sum kanska ikki koma at bera seg fíggjarliga. Mentanargrunnurin skal framvegis lata stuðul til ymiskar verkætlanir, framførslur og