Svarið sama spurningi!

Vit mugu ansa eftir, at vit ikki leika sama leik, sum vit gjørdu í 1946, tá ið Føroya Fólk, hóast við bindi fyri eyguni, staðfesti støðu Føroya uttanfyri danska ríkið ? men varð skúgvað til viks. Í hesum leiki var bara ein tapari: føroyska tjóðin

Tann nógv umrødda og eftirlýsta breiða semjan millum Javnaðarflokkin og samgonguflokkarnar í sjálvstýrisspurninginum gerst alsamt kámari. At síggja til eru partarnir so grundleggjandi ósamdir um spurningin, at einhvør semja tykist ómøgulig. Tó so. Um ein hugsar seg um, og eftir besta førleika roynir at síggja málið við óheftum eygum, so er í veruleikanum ikki talan um ein spurning, men heldur tveir spurningar, sum ikki kunnu svarast undir einum.

Samgongan spyr í sínum lag, um vit skulu hava fullveldi (t.e. evsta vald/fult sjálvstýri) ella ikki, meðan Javnaðarflokkurin í sínum lag spyr um vit skulu vera partur av danska ríkinum (t. e. undir donsku grundlógini) ella ikki. Her er talan um tveir spurningar, sum krevja hvør sítt svar, og tí er tað í løtuni skilaleyst at tosa um nakran semingsmøguleika; tí hvønn spurning skulu partarnir semjast um?

Flestir føroyingar siga seg í dag taka undir við, at føroyingar fáa evsta valdið her á landi, og tí er tann fyrri spurningurin, tann hjá samgonguni, í veruleikanum longu svaraður av Føroya Fólki. Hettar varð staðfest á seinasta løgtingsvali, eins og tað aftur varð staðfest á seinastu meiningakanning. Javnaðarflokkurin hevur eina ferð í søguni svara hesum spurningi, og tað var í faldarnum, sum flokkurin lat bera í hvørt hús fyri góðum ári síðani ella tveimum. Har segði flokkurin seg taka undir við, at føroyingar sjálvir skulu hava evsta vald í landinum, og tí skuldi spurningurin longu tá verið avkláraður; men flokkurin hevur síðani førkað seg so mikið nógv, at vit í dag kunnu siga, at hann ikki longur tekur undir við hesum sjónarmiði. Ella kunnu vit nú tað?

Javnaðarflokkurin hevur við stórum hepni megna at gjørt tað sama hesaferð, sum hann gjørdi í 1946, tá hesin spurningur seinast varð umrøddur í álvara. Hann hevur megna at skúgva sær undan at taka støðu til sjálvstýrisspurningin, við at taka fram ein annan spurning og gera hann til høvuðsspurning. Nú er spurningurin ikki longur: skulu føroyingar hava fullveldi ella ikki? Nú er spurningurin: skulu vit verða í danska ríkinum ella ikki? Eins og tann endaligi spurningurin gjørdist á fólkaatkvøðuni í 1946, tí partarnir tá, eins og nú, ikki kundu semjast um sjálvt útgangsstøðið. Soleiðis, heldur Javnaðarflokkurin, kann hann broyta politisku dagsskránna til sín egna fyrimun, við at grugga fullveldismálið mest møguligt.

Tað er greitt, at spyrt tú fólk um vit skulu hava sjálvstýri ella ikki, so kunnu fólk fyrihalda seg ítøkiligt til spurningin, tí hann er beinleiðis avleiddur av okkara grundleggjandi lívsvirðum og áhaldandi stríðnum fyri frælsi og fólkaræði, bæði fyri einstaklingar og tjóðir. Hin spurningurin, hvørt vit skulu halda fram í ríkisfelagsskapinum ella ikki, er ein leiðandi spurningur, har føroyingar ikki verða spurdir um, hvat vit vilja, men heldur hvat vit ikki vilja. Hesin spurningur er nógv torførari at svara uppá, tí tað, at fara úr danska ríkinum merkir ikki í sjálvum sær tað sama sum at fáa fult sjálvstýri. Í prinsippinum kundu vit sagt, at vit vilja úr danska ríkinum fyri at kunna fara uppí eitt eitt annað ríki. Tí er hesin spurningur ikki viðkomandi í dag, og hann var tað heldur ikki í 1946; hinvegin er tað áhugavert, at hóast tað nærum ikki ber til at svara spurninginum, so atkvøddu meira enn helvtin av føroyingum Føroyar uttanfyri danska ríkið í 1946. Kann ætlað, at um spurt varð um fyrra spurningin, so hevði meirilutin á fólkaatkvøðuni kanska táttað í teimum 100%, men lat tað fara. Vit kenna øll ta ógreiðu støðuna eftir fólkaatkvøðuna í 1946, tá ongin uttan danski kongurin visti, hvat føroyingar høvdu atkvøtt um, og har avleiðingarnar vórðu at føroyingar fingu nakað, sum vit slett ikki høvdu biðið um, og sum vit ongantíð síðani tá eru blivin spurd um.

Tað sum vit í dag mugu ansa eftir er at vit ikki gera sama mistak nú sum í 1946, við at gera spurningin um sjálvstýri til ein spurning um støðu Føroya í danska ríkinum. Spurningurin er, um ikki Javnaðarflokkurin heldur átti at sagt sum so, at um flokkurin ikki kann ella vil taka støðu í sjálvstýrisspurninginum, so er tað heldur ikki rætt at halda fram við at grugga málið; tí tað er ikki vist, at føroyingar í veruleikanum vilja taka støðu til, um vit skulu vera innanfyri ella uttanfyri mørkini hjá einum øðrum landi ella ríki. Kanska eru tað fleiri við mær, sum halda hendan spurningin vera óviðkomandi og ómøguligan at svara. Kanska halda fleiri, at hesin spurningur verður svaraður av sær sjálvum, tá ið vit hava tikið støðu til, um vit skoyta um tey grundleggjandi rættindini til at skipa egin viðurskifti, við fólkaræði, sjálvstýri, evstavaldi, fullveldi ella hvat tað nú í dag hevur hug til at eita.

Tað er í øllum førum greitt, at tá nú hendan samgonga hevur sett spurningin um fullveldi á dagsskránna, og tá tað er hendan spurning, Landsstýrið ætlar sær niður til Danmarkar at samráðast um, so átti Javnaðarflokkurin, eins og hinir flokkarnar, at givið sítt svar uppá hendan spurningin, heldur enn áhaldandi og kompromisleyst at seta ein heilt annan spurning á dagsskránna, sum í besta føri verður tagdur burtur, men sum í ringasta føri kann avsporað viðgerðina so nógv, at fólk ikki longur vita, hvat tað er, vit skulu taka støðu til. Hesin seinni møguleikin, sum er ein endurtøka av 1946, má ikki undirmetast. Í øllum førum kunnu allar vónir um nakra breiða semju sleppast, so leingi partarnir ikki viðgera sama spurning.

Við hávirðing fyri fullveldismálinum.


Arnbjørn Ó. Dalsgarð