Talvsamband Føroya hevur seinastu tíðina arbeitt við ætlanum um at fyriskipað størsta talvtiltak nakrantíð her á landi.
Enn er ikki komið á mál í hesum sambandi, langt ífrá, men kortini liggur longu nú fast, at í hvussu so er nakrar av stóru kanónunum verða við, tá kappingin fer av barkastokki.
Rani Nolsøe heur váttað fyri Sosialinum, at teir í løtuni arbeiða við málinum, og at tað longu nú kann staðfestast, at kappingin verður í oktober mánaði í ár.
Júst hvørjir luttakararnir verða, er enn ikki endaliga greitt, men alt hetta verður almenningurin kunnaður um hin 15. apríl, tá luttakaralistin er greiður.
Skelkaði heimin
Millum annað er longu nú staðfest at einans 14 Irina Krush, sum hevur skakað allan talvheimin, verður millum luttakararnar.
Tá størsta hendingin á alnetinum higartil, ein talvdystur millum Gary Kasparov og restina av heiminum, varð hildið fyri stuttum, var eitt sonevnt panel, sum skuldi taka støðu til leikirnar hjá heiminum.
Irina var tá í hesum paneli, og m.a. kom hon við einum spildurnýggjum leiki, í einari annars vælkendari støðu. Móti endanum av talvinum hevði hon hug at gera ein leik, sum, skuldi tað seinni vísa seg, hevði givið remis, men hon var niðurstemmað av panelinum, og úrslitið varð at heimsmeistarin, Kasparov, vann talvið.
Fleiri í talvheiminum eru nú farin at ivast í, um 14 ára gamla sensatiónin úr USA verður leikarin, sum fer at koppa Kasparov av alheims trúnuni.
Eisini er longu staðfest, at bretin, Nigel Short, sum í 1993 telvaði um heimsmeistaraheitið móti Kasparov, kemur hendavegin í heyst. Short vísti longu áhuga, eftir at Talvsambandið í 1997 skipaði fyri størstu kappingini higartil, og hesu ferð játtaði hann beinan vegin at luttaka.
Hvørji onnur nøvn verða við í kappingini er enn ikki avgreitt, men ivaleyst verður talan um nógv kend andlit, bæði í altjóða og í norðurlendskum høpi.
Ikki bíligt
At skipa fyri slíkum tiltakið er sjálvsagt alt annað enn bíligt, so í løtuni eru teir í talvsambandinum eisini í ferð við at fáa fíggjarligu karmarnar í rættlag.
Júst hvørjir stuðlarnir verða, er ikki greitt enn, men sum Sosialurin skilur á lagnum, er í øllum førum greitt, at Føroya Tele verður millum teirra, sum stuðla tiltakinum.
Seinast talvsambandið skipaði fyri nøkrum, ið kemur nærhendis hesum, var í 1997, tá stór kapping varð hildin.
Tað ferðina fekk Talvsambandi øgiliga positivar afturmeldingar úr umheiminum, og ivast teir ikki í, at tiltakið hesu ferð verður eins væl eydnað.










