Dansa nú í takt

Fyri einum ella tveimum árum síðani stóðst nakað av blaðkjaki av, at tiltøkini Summartónar og Atlantsljómur vóru samstundis og tí líkasum tóku hvør frá øðrum. Nú hava fyrireikararnir kastað saman og í gjár løgdu teir fyrstu ætlanirnar fram

Tiltakið Summartónar byrjaði fyrst í nítiárunum. Í ár er 9. ferðin, at tiltakið er.

Fyrstu ferð var tiltakið í 4 dagar og ein útlendsk vitjan var á skránni

Nú er tiltakið vorðið meira umfatandi. Verk verða skrivað til Summartónar hvørt ár. Eisini er krav til tey útlendsku vitjandi, at tey hava á skránni eitt føroyskt verk.

Kristan Blak, fyrireikari sigur, at hetta er eingin trupulleiki, tí oftast eru tey fegin og spent uppá at royna at spæla føroysku verkini.

Tað er í dag Føroysk Tónaskøld og Norðurlandahúsið, ið skipa fyri.


Byrja á berum

Enn er einki fíggjarligt yvirlit yvir tiltakið í ár. Ein trupulleiki, sum fyrireikarar av slíkum tiltøkum hitta hvørt ár, er nevniliga fíggingin. Hvørt tiltak, festivalur, er ein ætlan fyri seg og einki støðugt er at halda seg til. Byrjað verður á berum á hvørjum ári.

Meting sigur, at umleið 1/5 partur verður goldin av landi og kommunum. Restin eru pengar úr hinum norðurlendku londunum. Fyrireikararnir ivast í, hvussu rættvíst hetta er, tí tiltakið er her og kastar av sær hjá okkum,

Mannagongdin er ikki haldbar í áravís, eru fyrireikararnir samdir um.

Norðurlandahúsið stendur fyri tí praktiska og ber kanska 1/3 til 1/2 av kostnaðinnum.

Bæði fyrireikararnir av Atlantsljómi og Summartónum vísa á, at nógv orka fer til at leita eftir peningi og at Føroyar ofta vísa á sína sterku mentan, men er samstundis millum tey lond, í letur minst í mun til íbúgvaratalið til mentan.


Samstarv

Ólavur Hátún er millum fyrireikararnar av Atlantsljómi. Summartónar og Atlantsljómur eru enn sum áður hvør sín ætlan, men samstarva nú.

Tá Norðurlandahúsið kom, skipaði Ólavur saman við øðrum fyri sonevndum Tónleikadøgum í Norðurlandahúsinum. Tá var eitt kór úr øllum landinum, nevnt Føroyakórið. Seinni datt heta niðurfyri og síðani spratt hugsanin um Atlantsljóm, sum Havnarkórið fyri mestapartin stendur fyri. Nýtt er , at Atlantsljómur samstarvar við Summartónar soleiðis, at konsertirnar, ið hoyra inn undir Atlantsljóm, eru á samlaðu skránni hjá Summartónum.


Eins og Summartónar leggja seg eftir Brahms í ár, so verður Brahms Requiem á skránni hjá Atlantsljómi.

Í ár vitjar heimskendi dirigenturin Yaacov Bergman aftur. Hann var eisini her fyri tveimum árum síðani og stjórnaði tá ?Verdis Requiem? og vil fegin vitja land okkara aftur, tí Føroyar hugtóku hann.


Luttakarar á Atlantsljómi eru nógvir í tali.

?Brahmskórið?, Føroyar60 fólk (Havnarkórið + aðrir sangarar)

Ginnungagap, Norra,16fólk

Dania Sonans, Danmark35fólk. Sandnes Orkesterforening,17fólk

Austrian Art Ensemble20fólk. Fø. Tónleikarar, 12fólk. Solistar, 2 - (Lars T. Bertelsen, DK, Berghild Poulsen, FO). Dirigentur, Yaacov Bergman, USA

íalt 163 luttakarar

føroyingar 72 og útlendingar 91


Hugnaløtur kring landið

Norðurlandahúsið er við í tiltøkunum.

Helga Hjörvar og Fróði Vestergaard frá Norðurlandahúsinum siga, at í samband við Summartónar á bygd, er ætlanin at skipa fyri hugnaløtum. Ikki bert vanligum konsertum, men heildarupplivingum.

Tiltøkini á bygd eru fleiri og tey eru ókeypis.


Viðurkend fólk

Nógv fólk eru á luttakaraskránni til bæði Atlantsljóm og Summartónar.

Aldubáran verður ikki við sum bólkur í ár, tí tey leggja orkuna í eina útgávu við føroyskum tónleiki. Men fleiri teirra verða við sum einstaklingar.

Håkan Hagegaard er heimskendur, baryton. Tað hevur eydnast at fáa hann hendaveg, tí m.a. Ernst Dalsgarð jú starvast sum operasangari í Danmark og tí kennir Håkan.

Blásarakvintett Reykjavíkar er eisini sera kend. Um eina viku kemur út fløga, har hon spælir føroyskan tónleik.

Dentur verður lagdur ?á tveir norðurlendskar tónasmiðir til Summartónar í ár. Atli Heimir Sveinsson, Ísland, og Ib Nørholm, Danmark. Hesin seinni hevur verið lærari hjá Sunleif Rasmussen og Tróndi Bogason.

Og so er tað heimskendi Yaccov Bergman, sum á Atlantsljómi stjórnar Brahms Requiem.